Pensjónsskattingin verður dýr fyri fólkið

Ætlaða broytingin at skatta pensjónsinngjøldini hevur sera stóra neiliga ávirkan á, hvussu nógv framtíðar løntakarar fara at fáa í pensjón. Skatturin á pensjónina verður hægri, og tí verður missurin í túsundavís av krónum í ellisárum fyri eitt nú arbeiðsmannin, heilsuhjálparan, pedagogin, skrivstovufólkið, vaskikonuna og sjúkrarøktarfrøðingin, siga fakfeløgini á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum.

Fakfeløgini hava nærlisið viðmerkingarnar hetta lógaruppskotið, og hava serliga heft seg við orðingina:

”Við at skattað eftirlønarinngjald og skattafrítt útaftur viðførir, at botnfrádrátturin hvørvur saman við broyting av skattatíðspunktinum. Sami persónur fær tí í veruleikanum minni at liva av enn við núverandi skipan. Uppskotið fær helst sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar, við tað at skattaviðurskiftini broytast munandi hjá lág- og miðal lønarfólki.”

Víst verður haraftrat á, at fyrivarnini frá pensjónsnýskipanarbólkinum eru fleiri. Millum annað sigur bólkurin at ”Verður eftirlønaruppsparing skattað við inngjald, so verður eftirlønarskatturin goldin av framtíðar borgarum. Skattagrundarlagið verður tí tengt at, hvussu nógv eru í arbeiðsstyrkini til ta tíð. Inntøkugrundarlag landskassans verður tí ikki so trygt, sum við verandi skipan”.

- Vit heita tí á politiska myndugleikan, um ikki at seta ætlanina at skatta pensjónsinngjøldini í verk á nýggjárinum. Kom heldur við fleiri útgreiningaum, áðrenn avgerð kann takast, um hesar broytingarnar skulu fremjast ella ikki, siga altso fakfeløgini á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum.