Pensjónsnýskipanin løgd fram – Sjálvstýri er við

Tað vóru nakrir týðiliga fegnir politikarar, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, og Jógvan Skorheim, tingmaður fyri Sjálvstýri, sum í dag kundu leggja fram uppskotið til pensjónsnýskipan, ið politiska skipanin og føroyingar sum heild hava bíðað eftir í fleiri ár.


Nógv fólk vóru eisini møtt, tá landsstýrið og Sjálvstýri løgdu fram uppskotið í fundarhølunum hjá Almannaráðnum. Hanna Jensen bjóðaði vælkomin og upplýsti fyri fundarfólkunum, at allir flokkar hava givið seg í samráðingunum fyri at finna eina loysn, og at nýskipanin innibar seks lógarbroytingar, harav landsstýriskvinnurnar eiga tríggjar hvør.


Tað gjørdist eisini greitt, at Sjálvstýri hevur gjørt semju við samgonguna um nýskipanina. Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, var næsti maður at taka orðið, og hann brúkti høvi at sláa fast, at samstarvið millum andstøðuflokkin og samgonguna ikki umfatar fiskivinnunýskipanina.


- Lat meg byrja at sláa fast við sjey tumma seymi, at vit taka undir við pensjónnýskipanina, men vit taka ikki undir við eini fiskivinnunýskipan, segði formaður í Sjálvstýri.


In.fo fylgir málinum og fer gjøgnum dagin at kunna um hvørjar broytingarnar eru í uppskotinum.