Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, greiddi á tíðindafundinum frá, at nýggja pensjónsnýskipanin hjá samgonguni og Sjálvstýri byggir á trý stavnhald.
- Tað er hægri pensjón til pensjónistar við lágari og miðal inntøku, at tað skal vera meira lønandi at arbeiða eftir pensjónsaldur og at styrkja haldføri og framtíðartryggja vælferðarsamfelagið, segði Eyðgunn Samuelsen.
Sum nakað nýtt, so ynskir samgongan og Sjálvstýri at bólka føroyingar upp í tvær pensjónsskipanir. Eina fyri tey, ið eru fødd áðrenn 1. januar 1953, ið verða verandi í núverandi skipan, og eina nýggja skipan til tey, ið eru fødd aftaná 1. januar 1953.
- Tað er tí vit meta, at vit ikki kunna broyta skipanina hjá teimum, ið eru pensjónistar í dag og hava verið tað í longri tíð, segði Eyðgunn Samuelsen.
Í verandi skipan upplýsir Eyðgunn Samuelsen, at samgongan og Sjálvstýri ynskja at hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta og prístalsjavna almennu pensjónina, so at grundupphæddin fylgir prístalinum.
Nýggja skipanin brýtur frá núverandi við, at hon einans verður samansett við grundupphædd og viðbót, meðan gamla skipanin eisini veitir brennistuðul. Í staðin ynskir samgongan og Sjálvstýri at veita pensjónistum eina hægri viðbót.
Í nýggja skipanini verður skattafría grundupphæddin sostatt 3.589 krónur fyri støk og 2.773 krónur fyri hjún.
- Grundupphæddin verður mótrokningarfrí upp til 30.000 krónur árliga.
- Grundupphæddin verður mótroknað við 25 prosent í inntøku omanfyri 30.000 krónur árliga.
- Skattaskyldugu viðbøturnar hækka til 4.770 krónur um mánaðin fyri støk og 3.537 krónur um mánaðin fyri gift.
- Viðbótin verður í 2020 mótrokningarfrí í árligari inntøku upp til 202.300 krónur fyri støk og 161.200 fyri gift. Mótrokningarfría upphæddin fyri grundupphædd verður javnað árliga, og í tí sambandi verður mótrokningarfría upphæddin fyri viðbótina ásett soleiðis, at mótrokning í viðbót altíð tekur við, eftir at grundupphæddin er fult mótroknað.
- Mótrokning í viðbót lækkar úr 60% niður í 40%.
- Inntøkugrundarlagið fyri mótrokning hjá giftum, har bæði eru pensjónistar, verður einans persónliga inntøkan hjá tí einstaka. Inntøka hjá hjúnafelaga verður ikki roknað uppí. Tað vil siga, at mótrokning millum hjún verður strikað í nýggju skipan.