Arbeiðsbólkurin, sum var setti í august 2014 av táverandi donsku og føroysku ráðharrunum at greina pensjónsviðurskiftini í ríkisfelagsskapinum, er liðugur við sítt arbeiði.
Í arbeiðsbólkinum hava verið embætisfólk úr Danmark, Grønlandi og Føroyum, og arbeiðið hevur verið skipað av danska arbeiðsmálaráðnum og stýrinum fyri arbeiðsmarknað í Danmark.
Í frágreiðingini verður millum annað staðfest, at grundarlagið undir at fáa pensjón, er ikki eins í ymsu pørtunum av ríkisfelagsskapinum, serliga tá tað snýr seg um fyritíðarpensjón, og tað kann vera ein forðing, tá flutt verður millum ríkispartarnar.
Eisini verður staðfest, at reglur um at varðveita pensjónina í eitt styttri tíðarskeið, tá flutt verður millum ríkispartarnar, kunnu minka um tíðarskeiðið, pensjónisturin er uttan uppihaldsgrundarlag – og fíggjarligu avleiðingarnar av hesum verða mettar at verða lítlar.
Høga raðfesting
Hinvegin verða fíggjarligu avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland av at nýta norðurlendska sáttmálan á økinum, mettar at vera høgar og nógv hægri enn í Danmark. Hetta, tí Føroyar og Grønland hava nógv fleiri íbúgvar, sum flyta av landinum til Danmarkar, enn støðan er hinvegin.
Fyri Føroyar og Grønland verður staðfest, at tað er ein møguleiki at fara inn í millumlandasáttmálar, sum Danmark hevur gjørt við onnur lond, í tann mun Føroyar og Grønland ynskja tað og at triðjaland tekur undir við hesum.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur longu sett fram ynski um framhaldandi politiskar samráðingar millum myndugleikarnar í ríkispørtunum, og málið hevur høga politiska raðfesting.
Nú arbeiðið við frágreiðingini er liðugt, verður farið undir innanhýsis fyrireikingar til samráðingar millum partarnar, sum væntandi kunnu byrja í heyst.










