Politikararnir í Noregi eiga at hækka pensjónsaldurin upp í 75 ár. Tað sigur professarin Steinar Strøm, sum arbeiðir á lærda háskúlanum í Tromsø við blaðið Klassekampen. Hann vísir á, at tey, sum eru 75 í dag, kunnu ikki samanberast við tey, sum fyrr vóru 75.
Sjálvur er professarin 68, og hann sigur við blaðið, at hevði hann ikki verið forkølaður nú, hevði hann klárað eitt hálvt marathon uttan trupulleikar.
Steinar Strøm heldur, at pensjónsaldurin skal hækkast upp í 75 ár fyri at fíggja vælferðarsamfelagið aftan á eldrabylgjuna. Tað ber eisini til at brúka meiri av teimum almennu oljupengunum, at innflyta útlendska arbeiðsmegi ella at hækka skattin, sigur hann.
Sjálvur mælir hann politikarunum til at hækka pensjónsaldurin og at økja skattin, tí tað hevði verið tann besta loysnin, sigur hann. Hinvegin ásannar professarin, at við verandi politisku skipan verður tað torført at fremja so umfatandi tiltøk.










