Pensjónistarnir kenna seg vanvirdar

Seinastu nógvu árini er fólkapensjónin ikki hækkað samsvarandi prísvøkstrinum, og nú sparingar skulu fremjast, standa pensjónistarnir fyrst fyri skotum

Trý uppskot liggja í løtuni á tingborðinum, har tað tilsamans skulu sparast 10 milliónir krónur á almannaøkinum. Millum annað verður stuðulin til dagtilhaldini skerdur og útreiðslurnar av hesum fluttar yvir á kommunurnar.

Tað eru tó ikki allar kommunur, ið eru somikið væl fyri, at tær eru til reiðar at yvirtaka hesa útreiðslu, og tí er stórur vandi fyri at dagtilhaldini lata aftur. Hetta halda pensjónistarnir sera lítið um, og eru teir tí í Løgtinginum og mótmæla gongdini.

- Um dagtilhaldini lata aftur, tekur tað stóran part av trivnaðinum frá pensjónistunum kring landið, sigur Finnur Johansen, formaður í Havnar Pensjónistafelag.

Men tað er ikki bert hetta, pensjónistarnir vilja vísa sína ónøgd við. Meðan prísvøksturin hevur verið stórur seinastu árini, hevur fólkapensjónin staðið í stað.

- Prístalsreguleringin hevur verið fýra prosent, men tað eru bert ískoytini, ið verða reguleraði, og tað merkir, at tað í veruleikanum bert er hálvtannað prosent. Nú skal prístalsreguleringin setast niður til trý prosent, men tað verður í veruleikanum bert eitt prosent, vísir Finnur Johansen á.



Samhaldsfasti ein forðing

Fólkapensjónin er seinnu árini ikki vaksin nakað, og skal nú skerjast. Politikararnir skjóta seg undir at útgjaldið úr Samhaldsfasta er hækkað, og pensjónistarnir føla at tað, sum skuldi vera eitt ískoyti, nú er blivið ein forðing hjá teimum.

- Eftir mínum tykki er Samhaldsfasti ikki nakað, tú skal halda áfram við at hava. Tað skuldi verða eitt ískoyti hjá pensjónistunum, men nú er tað í veruleikanum ein forðing hjá okkum, tí politikararnir brúka hann sum eitt argument fyri ikki at hækka fólkapensjónina, greiður Finnur Johansen frá.

Samstundis nýta politikararnir nýggju pensjónsskipanina sum skálkaskjól fyri at ikki hækka fólkapensjónina.

- Men henda skipanin kemur ikki at virka fyrr enn um eini 30 ár, og til ta tíð eru flestu av okkum ikki til longur. Tí má okkurt gerast fyri at geva pensjónistum virðilig lívskor, inntil tann nýggja skipanin er komin upp at koyra, sigur Finnur Johansen.


Skelkað av Eidesgaard

Eitt, sum pensjónistarnir serliga hava bitið merki í seinastu tíðina er, at seinast fólkapensjónin varð lækkað, sat Jóannes Eidesgaard eisini sum fíggjarmálaráðharri. Nú aftur verður skorið frá pensjónistunum fyrst, gongur sami Jóannes Eidesgaard á odda.

- Ideologiskt sæð skuldi formaðurin í Javnaðarflokkinum verið tann seinasti, ein væntaði at síggja slíkt frá. Fólkapensjónin er bara lækkað einaferð fyrr, og tá sat hann eisini fyri fíggjarmálaráðnum, leggur Finnur Johansen dent á.

Meðan orðaskifti er í Løgtinginum um hesi málini, fylgja pensjónistarnir væl við og lurta væl eftir, hvør sigur hvat. Endamálið er at gera vart við sína ónøgd, men eisini at minnast til næsta val, hvør førdi hvørji sjónarmið fram.

Koma hesi uppskotini tí ígjøgnum, er hugsandi at serliga Javnaðarflokkurin fær eitt skot fyri bógvin frá pensjónistunum í Føroyum.