Pensjónistar ávara pensjónistar

- Vit skulu ikki bert liggja undir borðinum og eta molarnar, sum detta á gólvið frá teimum, sum áseta sína egnu lønir sjálvir, sigur nevndin í Landsfelag Pensjónistanna

 

Veljið ikki av gomlum vana, veljið tey, sum stuðla pensjónistunum og sum vísa tað í verki. Hetta er boðskapurin í oddagreinini í blaðnum Sólsetur, sum Landsfelag Pensjónistanna gevur út tvær reisur um árið.

- Høvdu vit verið fleiri í felagnum, kundu vit lagt størri trýst á politikararnar. Vit skulu ikki bert liggja undir borðinum og eta molarnar, sum detta á gólvið frá teimum, sum áseta sína egnu lønir sjálvir. Tað eru stakir pensjónistar, sum liva undir hungursmarkinum, men sum eru ov stoltir til at siga frá. Nú eru lønarsamráðingar gjørdar við flest øll feløg, og øll hava fingið munandi lønarhækking. Enn hava vit einki hoyrt um, at pensjónirnar hækka samsvarandi, sigur oddagreinsskrivarin.

Nú val stundar til, eru allir flokkar farnir at fríggja til pensjónistarnar og lova bæði gull og grønar skógir.

- Mussið ongan fyrr enn tit síggja, at teir gera okkurt áðrenn valið, tí eftir valið er alt gloymt, verður sagt í oddagreinini.


Ov fáment

Pensjónistarnir eru ikki tann bólkurin í samfelagnum, ið rópar harðast. Og ein orsøk er kanska, at ov fáa gera seg galdandi í pensjónistafeløgunum kring landið. Fjúrtan slík feløg eru við íalt 1200 limir. Hetta er ov lítið, heldur Landsfelag Pensjónistanna, tá ið hugsað verður um, at 6000 pensjónistar eru í landinum.

- Limirnir standa fríir at hava sína meining. Vit mæla øllum til at taka ein virknan lut í politikki og stuðla teimum, sum arbeiða fyri pensjónistunum, verður sagt í oddagreinini í Sólsetri.