Stórt ókeypis tiltak fyri pensjónistar verður í Løkshøll 30. oktober klokkan 14.30.
Hetta er eitt tiltak, sum økistænastan Roðin skipar fyri, og her eru allir pensjónistar búgvandi í Runavíkar kommunu, Nes kommunu og Sjóvar kommunu hjartaliga vælkomnir.
- Hetta verður eitt áhugavert og hugnaligt tiltak, sum umframt góðan felagssang, eisini fer at hava annað undirhald.
Økistænastan Roðin veit at siga, at tónleikabólkurin Vestmenn við Ólavi Højgaard fer at framføra gamlar slagarar, eins og bólkurin fer at stuðla uppundir felagssangin.
Fyri stuttum varð almannakunngjørd áhugaverd “tørvs-og nøgdsemiskanning”, sum Roðin hevði fingið Gallup Føroyar at gera.
Á pensjónistakvøldinum í Løkshøll sunnukvøldið 30. oktober fer Laila Hentze, stjóri í Gallup Føroyar, at leggja úrslitini fram. Eisini fer Bøgesvang, prestur at hugleiða yvir evnið “Pensjonistur - og hvat so?”
- Kaffi og okkurt gott verður afturvið, sigur Roðin – økistænastan.