Pensjónistar onki ímóti at betala eyka

Landsfelag pensjónistanna hevur onki ímóti at egingjaldið hjá teimum, sum búgva á ellis- og røktarheimum, ella øðrum stovnum, verður hækkað, soleiðis sum nevnt verður í aðrari grein her á síðuni.

Tað staðfesti Sigvald Kristiansen, formaður í felagnum.

- Tað eru bara tey, sum hava inntøku afturat pensjónini, sum betala egingjald. Tað merkir, at tey, sum bara fáa vanligar fyritíðarpensjón, fólkapensjónir og samhaldsfasta, ella aðrar almennar veitingar, betala onki, sigur hann.

Tey, sum betala egingjald, eru tey, sum hava inntøkur av løn, privatari eftirløn, ella sum hava inntøku av sjálvstøðugum virki, landbúnaði, húsaleigu, virði av fríum ágóðum, umframt avkast av fíggjarognum ella av øðrum samsýningum.

Sigvald Kristiansen sigur, at hetta eru ofta pensjónistar, sum eru væl fyri og pensjónistafelagið hevur onki ímóti, at tey betala eitt eykagjald.

Tey hava heldur onki ímóti, at egingjaldið fer í ein eyka kassa, so at tað kann javnast út á allar stovnarnar.

Sum er, hava ellis- og røktarheimini tilsamans eina inntøku uppá 2,2 milliónir krónur av egingjaldinum frá búfólki, men verður ætlanin hjá samgonguni sett í verk, fer inntøkan at hækka 6,6 milliónir upp í 8,8 millliónir krónur tilsamans.

Les eisini greinina: Eykaskattur til fólk á bústovnum