Pensjónistar onga hjálp til reingerð

- Øll reingerð uttan tann sum er neyðug av heilsuávum, verður spard burtur í summar, sigur Jákup Foldbo, leiðari í Heimarøktini

 

HEIMARØKTIN

Í summar fáa um 300-400 eldri fólk í Føroyum onga reingerð í heiminum. Vegna nógv økta arbeiðsbyrðu og orsakað av trongum fíggjarkørmum, verður sagt.

- Øll reingerð uttan tann sum er neyðug av heilsuávum, verður spard burtur í juli og í august. Orsøkin er, at fíggjarkarmurin er trongur umframt, at tað er trupult at fáa starvsfólk í summar. Henda sparingin er kanska ikki stór í pengum, men heldur í starvsfólki, sigur Jákup Foldbo, leiðari fyri Heimarøktina.

Nógv tann størsti parturin av heimarøktini, eini 80 prosent, er persónlig røkt og hon verður veitt sum altíð.

- Heimarøktin er síðstu árini vorðin væl tyngri. Tað eru fleiri tyngri eldri brúkarar inni í skipanini, stórur tørvur er á røktarheimsplássum og sambýli, og tá ið deildir verða stongdar á sjúkrahúsunum, merkja vit tað eisini í Heimarøktini, sigur Jákup Foldbo.

Øll økini hjá Heimarøktini verða rakt líka í summar. Undanfarnu ár hevur verið ymiskt, hvussu heimarøktin hevur roynt at siglt millum skerini summarhálvuna. Heitt verður á avvarðandi um at veita teim eldru í familjuni reingerð í summar.

- Vit eru greið yvir, at hetta kemur illa við hjá nógv teim flestu. Eisini vit harmast um støðuna, men vit vita, at í fleiri førum royna tey at klára seg, eitt nú við hjálp frá teim nærmastu. Í einstøkum førum meta vit um, um reingerð kortini skal veitast, har annað ikki ber til. Trupulleikin er eisini tann, at í flestu økjunum hava vit ikki nóg mikið av starvsfólki, sigur Jákup Foldbo.

Vantandi starvsfólk í Heimarøktini er smátt um smátt vorðin ein trupulleiki. Serliga í Havn er ringt at fáa fatur á fólki.

- Tá ið nógv arbeiði er at fáa, byrjar arbeiði sum heimahjálp at verða ringt at fáa fólk til. Í løtuni eru 20 starvsfólk til uppskúling í almanna- og heilsuskúlanum. Tískíl hava vit 20 avloysarar fyri hesi, sigur Jákup Foldbo.

Um 380 fólk arbeiða sum heimahjálparar kring landið.