Norðurlandasamarbeiðsnevndin ferkomandi dagarnar at hava fundir í Føroyum. Hósdagin verður ein innleiðandi fundur á Hotel Hafnia, og leygardagin verður avtalaði fundurin.
Samarbeiðsnevndin hevur fund tvær ferðir um árið, og hesuferð verður hann sostatt í Føroyum. Gestirnir koma til landið hósdagin og fara avstað aftur sunnudagin.
Endamálið við fundinum er at kunna aðrar pensjónistar um umstøðurnar hjá pensjónistunum í teimum ymsu londunum. Eisini verður viðgjørt, hvussu kor pensjónistanna kunnu betrast. Tey ymsu feløgini kunnu soleiðis geva hvørjum góð ráð.
Tómas Tómasson, formaður í Landsfelag Pensjónistanna, Símun P. Poulsen, skrivari í Landsfelagnum, og Jakobina í Lambanum, nevndarlimur, umboða føroysku pensjónistarnar.
Við í Norðurlandasamarbeiðsnevndini eru Danmark, Svøríki, Finnland, Noreg, Ísland og Føroyar. Grønland er ikki við enn, men hevur søkt um limaskap.