Pensjónistar hava fingið tilhald

Týsdagin varð skipað fyri almennari móttøku í eldrasambýlinum, Vesturskini á Toftum í samband við, at tilhald nú er latið upp í niðaru hæddini. Nógv fólk var til móttøkuna, sum var stak hugnalig við røðum, sangi, góðum smyrjibreyði og kransakøku

Tilhald

Eini 80-90 fólk møttu til almennu móttøkuna í eldrasambýlinum Vesturskini á Toftum týsdagin.
Skipað varð fyri móttøkuni í samband við, at tilhald nú er latið upp í niðaru hæddini í hesum góða og snotuliga bygningi, sum Nes kommuna eigur.
Løtan týsdagin var sera væl eydnað, har fólk, sum standa aftanfyri sambýlið, tilhaldið, kvinnufelagið á Toftum og Nes kommunu, søgdu nøkur orð við høvið.
Prestur helt eisini eina stuttliga og hugnaliga røðu.
Góðar sangkreftir í kommununi settu eisini sín serstaka dám á hesa løtu og til matna fingu tey mongu, sum komin vóru saman til høvið, bæði smyrjibreyð og kransakøku.
Meginparturin av teimum vitjandi til móttøkuna vóru pensjónistar og avvarðandi hjá pensjónistum í Nes kommunu, og haraftrat vóru umboð fyri eitt nú tað almenna, fíggingarstovnar, tryggingar og kommunur.
Tofta Kvinnufelag við Jansy Olsen og øðrum hevur saman við bygdaráðnum og leiðsluni fyri Vesturskini slóðað fyri, at tilhald nú er latið upp fyri pensjónistum.
Elin Dahl Kastalag av Glyvrum er settur leiðari við tilhaldið, og hon hevur arbeitt dúgliga við at skapa teir karmar, sum skulu verða grundarlagið undir tilhaldinum.
Í eldrasambýlinum Vesturskini fegnast tey eisini um, at tilhald nú verður í niðaru hæddini. Tey ivast onga løtu í, at hetta kemur at seta ein serstakan dám yvir húsið, har 15 fastbúgvandi fólk eru  og eitt pláss til umlætting.
Í Nes kommunu fegnast fólk eisini um góðu umstøðurnar hjá teimum eldru og gomlu, og tey halda, at eldrasambýlið Vesturskin við teimum møguleikum, sum húsið hevur, er eitt óført býli og tilhald, sum kommunan hevur skapt.
Við tilhaldinum, sum nú er latið upp í húsinum og verður opið frá klokkan 14 til 18 hvønn yrkadag, kunnu allir pensjónistar í kommmununi fáa nakað burtur úr hesi íløgu, sum kommunan hevur lagt í eldrasambýlið Vesturskin.