– Vit vónbrotin um ætlanina hjá samgonguni at eggja pensjónistum at arbeiða.
Tað siga tey í Landsfelag Pensjónistanna, nú samgongan hevur lagt fleiri uppskot fyri Løgtingið um at geva pensjónistum meiri at liva av.
Beate L. Samuelsen, forkvinna í felagnum, sigur, at tey taka undir við uppskotinum um at mótrokningin lækkar úr 60 prosent niður í 20 prosent og at pensjónistar, sum arbeiða ikki longur missa so nógv av pensjónini.
Men tey taka ikki undir við, at frádráttarfría inntøkan verður lækkað úr 60.000 krónum í 40.000 krónur.
Tað merkir, at pensjónistar kunnu bara tjena 40.000 krónur um árið, tí tjena teir meiri enn tað, verður tikið burtur av pensóninini.
– Lækkingin førir við sær, at áhugin hjá pensjónistum at arbeiða minkar, og hetta rakar serstakliga pensjónistar, ið hava eina lítla inntøku afturat pensjónini, sigur felagið.
Tey minna á, at undan løgtingsvalinum mæltu tey til, at hækka frádráttarfríu inntøkuupphæddina upp í minst 100.000 krónur fyri at tað skal loysa seg hjá pensjónistum at arbeiða.
– Hetta tóku bæði Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin undir við, sigur landsfelagið.
Í hesum sambandi vísa tey á, at í Danmark er inntøkumarkið hækkað úr 30.000 krónum upp í 122.000 krónur tí at samfelagið hevur brúk fyri, at pensjónistar eru á arbeiðmarknaðinum.
– At landsstýrið ger tað beint mótsatta, er óskiljandi fyri okkum, tí í Føroyum er eisini brúk fyri arbeiðsmegi, sigur landsfelagið fyri pensjónistar.
Tey eru eisini vónbrotin av, at tey, ið hava eina inntøku ímillum 50.000 -100.000 krónur, eru tey, ið hava minst fyrimun av hesum, men teir pensjónistar, ið hava eina inntøku frá 150.000-450.000 krónur, hava størstan fyrimun.
– Hendan skeiva sosiala hækkingin eigur heldur at verða latin til teir pensjónistar, ið eru í fátækaváða. Vit hava í dag 2.500 pensjónistar, ið eru í fátækaváða og eiga at lyftast upp, sigur Pensjónistafelagið.
Annas taka tey undir við, at Landsfelag pensjónistar fáa ein skattafrádrátt uppá 3.000 krónur næsta ár, og síðani 3.000 krónur afturat í 2021.