Pensjónistar arbeiða meira – ung arbeiða minni

Seinastu tíggju árini er ein broyting hend í lutfallinum av ungum og eldri, ið eru til arbeiðis í føroyska samfelagnum.


Tað vísir Hagstova Føroya á í dag, tá hugt verður eftir tølunum fyri løntakarar í juli 2007 og juli 2016.


Í 2007 vóru 26.334 løntakarar, meðan tað níggju ár seinni eru 25.910 løntakarar, ið er ein minking á 424 løntakarar.


Tað er serliga millum tey ungu, at tað er færri løntakarar, vísir Hagstovan á.


- Løntakarar eftir aldursbólkum vísir, at tað bara eru fleiri løntakarar í aldursbólkinum 55-66 ár og pensjónistar undir 74 ár. Fyri allar hinar aldursbólkarnar eru færri, skrivar Hagstovan og heldur fram.


- Seinastu níggju árini hevur verið stórur vøkstur av fólkið yvir 67 ár, sum eru løntakarar. Í 2007 vóru 697 pensjónistar løntakarar, og nú eru tað 1.156. Vøksturin er nærum 66%. Í hinum endanum eru tannáringar, 16-19 ár, har tað vóru 2.770 løntakarar í 2007, og nú eru tað 2.185, 585 ungdómar ella 21% færri.


Broytingar hava verið í aldurssamansetingini seinastu níggju árini, men tá hugt verður eftir lutfallinum sæst, at einans fjórði hvør pensjónistur var løntakari í 2007, meðan triði hvør er løntakari í ár.


Hjá ungum er tað øvugt, vísir Hagstovan á.


- Tað eru færri tannáringar í aldrinum 16 til 19 nú, men uppaftur færri eru løntakarar. Sama niðurstøða er fyri aldursbólkin 20 til 24 ár. Broytingin í fólkatalinum er ikki orsøk til, at færri ung eru løntakarar, tey eru bara minni eftirspurd.


Í aldursbólkinum millum 25 og 66 ár er tað, hóast broytingar í aldurssamanseting og fólkatalið hesi árini, áleið tað saman lutfall av løntakarum í dag sum fyri níggju árum síðan, vísir Hagstovan á.