Pensjónirnar koma ein dag fyrr hesuferð

Pensjónistar fáa ein dag eyka at keypa jólagávur í

Tey, sum fáa pensjónir, og aðrar almannveitingar, sleppa nú undan at bíða heilt til Tollaksmessudag, áðrenn tey fáa pensjónina.

Tað hevur verið arbeitt við málinum í nakrar dagar, og tað er nú greitt, at pensjónin nú í jólamánaðinum verður útgoldin ein dag fyrr enn ætlað.

Annars var upprunaliga ætlanin, at pensjónir og aðrar almannaveitingar, skuldu ikki verða útgoldnar fyrrenn Tollaksmessudag, 23. desember.

Tað hevur lopið ilt í Vilhelm Johannesen, sum er virkandi formaður í fíggjarnevndini.

Hann helt, at tað var grov vanvirðing at gjalda pensjónirnar so seint í jólamánaðinum, tí so fingu pensjonistarir í besta føri ikki meiri enn ein dag at avgreiða øll síni jólaørindi í.

Og fleiri staðni á smábygd, kemur pensjónin uttan iva slett ikki fram áðrenn jól.

Ikki minst helt Vilhelm Johannesen, at hetta var vanvirðiligt fyri pensjónistarnar, tí annars fingu fólk í almennum starvi lønina áðrenn tað, og hann helt ikki, at tað var rímiligt at pensjónistar skulu vera verri fyri enn alment lønt annars.

Hann heitti tí á Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann um at fáa hetta broytt.

Hon sigur, at tað er nakað síðani, at hon bleiv varug við hendan trupulleikan og hon tók hann upp við Postverkið og Almannastovuna.

Og tað er nú greitt, at pensjónir, og aðrar almannaveitingar, verða tøkar á posthúsum og peningastovnum kring landið tann 22. desember, altso ein dag fyrr enn ætlað.

Hon viðgongur, at tað hevði verið seint at fingið pensjónina 23. desember, men hetta skuldi so hjápt eitt sindur uppá tað.

Men eftir, hvat skiltist, var tað ikki bara sum at siga tað at broyta útgjaldsdagin.

Útgjaldsdagarnir alt árið verða fastlagdir fyrst í árinum. Og tað er ikki heilt lætt at broyta, tí roynt verður at automatiserað og standardiserað so nógv sum gjørligt fyri at gera umsitingina bíligari.

Somuleiðis var tað ein spurningur, hvat Postverkið segði til at útgjaldsdagurin varð broyttur.

Men alt er nú leyst og liðugt, og pensjónirnar verða tøkar 22. desember. Frammanundan er brenni- og samskiftisstudningurin eisini útgoldin fyrst í hesum mánaðinum.