Støðið í sær sjálvum
Hvønn hevur flokkurin havt til ráðgeva?
Aftur og aftur hevur Kári Petersen verið frammi sum eksperturin, hvat pensjónum viðvíkur.
Hvørjum hevur hesin serfrøðingurin hjá samgonguni tikið støði í? Jú hjá sær sjálvum, tí helst hevur hann betur pensjónir enn verkamaðurin og sjómaðurin.
Eg meti hetta ótrúligt.
Kári Petersen var vanur at stilla upp fyri Javnaðarflokkin og sat einkulta ferð á tingi fyri flokkin.
Nú hann stillaði upp fyri Sjálvsstýrið og hevur sitið nógv á tingi sum anstøðutingmaður, ja nú fær hann premiu fyri at sníkja pensjónsuppskotið út frá umsitingini fyri at skaða Javnaðarflokkin, og Javnaðarflokkurin kíkar sum brosma.
Í sjónvarpsstovuni
Síðan kom ein útlendingur, sum presenteraði seg sjálvfylgiligt einki minni enn professara í tjóðarbúskapi.
Jú hesin norðmaður, klædningurin skein sum silvur og slipsknúturin sum ein melón, hann visti, at føroyingar áttu ikki at pensjonerast fyrr enn teir vórðu 71 ára gamlir.
Eingin fekk skaða av at arbeiða, helt hesin norrmaðurin, helst hevur ikki nógv staðið á hesum manni, sum helst er uppvaksin aftan fyri eitt A4-ark.
Nei tit!
Nei tit, tað hevur verið stór vanærulig skomm at hoyra hesar ekspertar, sum taka støði í síni góðu pensjón.
Okkara sjómenn og verkamenn eru útslitnir, tá teir eru um 60 ára aldur, tá skuldu teir havt møguleikan at blivi pensjoneraðir.
Hesi fólk ganga og krúpa totalt útslitin, so skulu onnur, sum kanska ongantíð hava tikið eitt likamligt tak og hava sínar pensjónir í fínasta lagi, alt sítt á tí reina, pensjoneraði sum 60 ára gomul, siga øðrum hvat skal gerast.
Meðan eg siti og skrivi hesa grein, kemur ein kvinna á kontórið, hon bankar upp á hurðina og vil tosa við meg. Eg bjóði henni sess inni á minum kontóri, har eg kann eygleiða tað virksemi, sum er á Skopunar kai.
Eg lati hana tala, hon sigur:
»Gerhard góði, nú er støðan ring, eg eri sjálv 66 ára gomul og maður mín er 80 ára gamal. Hann hevur stríðst á havinum, síðan hann fór til skips 14 ára gamal við »Streymoy«, hann silgdi í 55 ár.
Gerhard, veit tú hvat hann fær í pensjón; 3.400,00 kr + samhaldsfasta.«
Hon heldur fram:
»Tað eg kom inn at tosa við teg um er heilivágur, tú góði, eg fekk í morgun uppkrav uppá 2.420,19 krónur, tárini vóru í eygnakrókinum, eg má senda henda pakkan avstað aftur, tí eg eigi ikki pening at loysa hann út, hetta er ikki tan fyrsti í fer retur.«
Hon reistist og fór, eg segði, at eg skuldi skoyta hetta upp í greinina, sum eg sat og skrivaði.
Kanska Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna lesur hetta, annars skal eg gera mítt besta fyri at rættað upp á hetta.
Orðatakið sigur: 70’tyve er støves år, 80’tyve kun hvad en kæmpe når.
Umsitingin
Umsitingin stýrir landinum, síðan lirka teir uppskotini til landstýrið, síðan kemur landsstýrið brølandi til løgtingið og sigur »ger so væl«, og tá skal tú svølgja og atkvøða.
Ein álvarsligur feilur
Tá Javnaðarflokkurin skuldi seta fólk í landsstýrið fyri Hans Paula Strøm, gjørdi ein partur av tingmanningini tann stóra feil at turrgelda Suðuroynna fyri tingfólk.
Soleiðis at mín góði vinur Mikkjal Sørensen mátti takka fyri seg á tingi, tað hevur eisini kostað dýrt.
Eini góð ráð til flokkin
Latið okkum brenna tey uppskot, sum eru við einum fyri eyga at knúsa flokkin og aftur føra javnaðarpolitikk.
Álvaratos.
Vit eiga ikki at brúka tíð upp á at viðgera mál, sum skaða vælferðina hjá føroyinginum.
- Pensjonistar skulu ikki blíva eldri enn 67 ára gamlir, tá teir fáa pensjón.
- Fyritíðarpensjónin skal ikki broytast til tað verra.
- Sjómannsfrádrátturin skal ikki vekk.
- Teir smáu skúlarnir skulu ikki steingjast, uttan at kommunan vil tað.
- Eingin eykaskattur á tey, sum í forvegin gjalda sín skatt (DIS).
Eg veit, og øll onnur vita, at pensjonistarnir gjalda so dýrt fyri heilivág, at teir næstan ikki hóra undan.
Hví so grammir, tá tað er til onnur.
Føroyingar vóru teir fyrstu við kreppuhjálp til Ísland, eg atkvøddi fyri.
Vit bjargaðu »Norrønu«, eg atkvøddi fyri.
Hví fara vit ikki til Danmarkar at biða teir prístalsregulera blokkin, sum vit eiga, jú av berum nationalum undirlutakenslum.
Um leiðslan í flokkinum ikki ætlar framyvir at vera sjøldur hjá verkamanninum, sjómanninum og teimum gomlu, so vil eg gjarna hava tað at vita, so eg kann taka støði í tí.
Við javnaðarkvøðu










