Landsstýrið eigur sum skjótast at seta eina óhefta nevd at endurskoða landsstýrispensjónirnar.
Og harafturat mugu vit fáa staðfest í eina føroyska grundlóg, at ein óheft nevnd skal taka sær av lønarviðurskiftunum hjá politikarum.
Hetta heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum tá valskeiðið er av, hevur vunnið sær rætt til eina landsstýrispensjón á 13.230 krónur um mánaðin.
? Eftirlønin má broytast, áðrenn skipanin fær gildi. Vit mugu fáa eina óhefta nevnd at endurskoða hana. Tí tað kann jú ikki bera til, at politikarar fáa aðrar treytir enn aðrir lønmóttakarar í samfelagnum. Sum tit vísa í blaðnum, skulu politikarar jú vinna sær eftirlønina á vanligan hátt ár eftir ár, sigur Høgni Hoydal.
Kendi ikki uppskotið
Høgni Hoydal legði sjálvur uppskotið um landsstýrispensjónirnar fyri tingið vegna løgmann, tí løgmaður var burturstaddur. Men kortini visti Høgni Hoydal tá ikki, at uppskotið var háttað, júst sum tað seinni hevur víst seg.
? Einasta grundgevingin, ið varð førd fram, tá løgmaður kom við hesum var, at landsstýrismenn og løgtingsmenn skuldu javnstillast, soleiðis at ansiniteturin eisini taldi við, meðan tú vart í landsstýrinum. Og harafturat skuldu bíðipengarnir detta burtur, greiðir Høgni Hoydal frá.