Eftirlønir
Málið um eftirlønirnar hjá tí almennna hevur veruliga vakt ans seinastu dagarnar. Í trý ár hevur verið arbeitt við einum uppskoti um eina nýggja eftirlønarskipan. Uppskotið, sum nú loksins tykist at vera á veg, fer væntandi at innihalda eitt slag av einari kravdari eftirløn, sum skal fíggjast uttan um landskassan.
Tað var í Sosialinum í gjár, at Jóannis Nielsen, tingmaður fyri fólkaflokkin segði, at fakfeløgini hava sovið í tímanum í eftirlønarspurninginum. Hesi orð fullu tó ikki í eins góða jørð hjá øllum. Formaðurin í Starvsmannafelagnum gjørdist beinleiðis óður, tá hann las, hvat tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum hevði at siga.
-Hetta er ein ákæra, ið vit ikki uttan víðari ætla okkum at góðtaka. Er tað nakar, sum hevur gjørt nakað við eftirlønarspurningin, so er tað fakfeløgini. Vit hava í veruleikanum átikið okkum eina almenna uppgávu, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum. Hann kallar tað eisini eina sera grova skuldseting.
Eisini forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Winther, heldur lítið um orðini hjá tingmanninum.
-Vit hava bestemt ikki sovið í tímanum. Vit kunnu eisini takka Fólkaflokkinum fyri, at vit eru komin so langt, tí teir hava allatíðina mótarbeitt samhaldsfasta, sigur Ingeborg Winther.
Hava longu skipan
Starvsmannafelagið, Føroya Arbeiðararfelag og Havnar Arbeiðsmannafelag hava øll tað til felags, at tey eru ímóti nýggja leistinum, sum tað verður lagt upp til í einari framtíðar eftirlønarskipan. Prinsippið er framvegis tað, at tað eru teir breiðastu herðarnir, sum eiga at taka ta tyngstu byrðuna.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at teir ganga inn fyri einari samhaldsfastari eftirlønarskipan. Føroya Arbeiðarafelagið samtykti á aðalfundi, at felagið fult og heilt tók undir við samhaldsføstu skipanini.
Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, Karl Johansen, vísir á, at teir nú í nógv ár hava havt sín egna eftirlønargrunn. Hetta hava eisini onnur fakfeløg gjørt, m.a. Starvsmannafelagið.
Hesin grunnur virkar í dag soleiðis, at samlað 4,8 % av lønini verður latin til grunnin. Tað er bæði arbeiðsgevarin og og arbeiðstakarin, ið gjalda til grunnin. Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at við hesari eftirlønini umframt fólkapensjónini, so ber til at liva av eftirlønini. Tí er tað alneyðugt at vit varðveita fólkapensjónsskipanina, soleiðis at eitt sámiligt livistøði verður varðveitt, veit Karl at siga.
Ódámligir tendensir
Óli Jacobsens, formaður í Føroya Fiskimannafelag, kallar eitt tílíkt komandi uppskot fyri at vera langt úti í FF-Blaðnum. Óli ivast eisini í, hvussu tað verður at skifta yvir til hesa nýggju skipanina, serliga tá vit í løtuni eru mitt í einum sáttmálaskeiði.
Politikarar hava víst á, at hetta fer at taka tíð at koma at virka, men fakfeløgini halda tó framvegis lítið um eitt tílíkt uppskot, sum Sámal Petur í Grund hevur víst á.
Gunnleivur kallar tað fyri ógvuliga ódámligar tendensir, og hann vísir eisini á vandin fyri, at tað solidariska heilt hvørvur.
Ingeborg Winther heldur fyri, at løgmaður veruliga skuldi skamma seg, tá hann sigur, at tað verður ógjørligt at fíggja fólkapensjónina í framtíðini, tá hann sjálvur júst hevur fingið játtað eina sera stóra fólkapensjón. Eisini onnur fakfelagsfólk vísa á hetta sama.
Tað, sum fakfeløgini nú bíða eftir er, at tey fáa uppskotið til hoyringar. Málið hevur verið uppi og vent á landsstýrisfundi, men ætlanin er at viðgera málið á einum fundi fyri seg. sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.