Ein nýggj lóg sendir nú teir tríggjar donsku ísbrótararnar upp á pensjón. Skipini eru Danbjørn, Thorbjørn og Isbjørn.
Í nærum níti ár hevur Statens Istjeneste brotið ís í donskum sjógvi, men nú ætlar danska stjórnin, at uppgávurnar skulu røkjast av privatum skipum.
Tað var herfyri, at danska stjórin samtykti eina nýggja lóg um tilbúgving fyri ísbróting. Samtyktin merkir, at tað ikki longur eru teir tríggir nevndu ísbrótararnir hjá sjóverjuni, sum í framtíðini skulu taka sær av hesi uppgávu.










