Í hesum døgum eru pensjóneraðir lærarar úr hinum norðurlondunum á stevnu í føroyum.
Skúlablaðið skrivar, at talan er um ársligu pensjónistastevnuna, sum plaga at vera hesa árstíðina.
Á Stevnuni eru eini 100 lærarar, 30 úr Danmark, 12 úr Finnlandi, 9 úr Íslandi, 30 úr Noregi, men annars eru eisini 30 lærarar úr Føroyum.
Norðurlendingarnir komu til landið mánadagin ímeðan teir eru her, skuldi Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, greiða frá um Føroyar. Síðan skuldi rundvísing vera í Havn, í gamla býarpartinum, á Skansanum og í Tinganesi.
?Tórshavnar býráð hevur bjóðað eimum eina máltíð og tey hava verið í Norðurlandahúsinum, har kórsangur, dansur og felagssangur var á skránni
Í dag skuldu tey til Gøtu, har vitjað skuldi verða í kirkjuni og í gamla býlinginum. Haðani skuldu tey til Funnings og Gjáar.
Í morgin er ætlanin at fara til Suðuroyar og fríggjadagin fara tey avstað aftur.
Myndin er úr Klaksvík, sum er eitt ferðamál hjá pensjóneraðu lærarunum.