Pensjón ístaðin fyri lummapening

Við einum ítøkiligum uppskoti upp á eina glíðandi loysn, heitir Javni á politikararnar at beina burtur óvirðiligu umstøðurnar hjá vaksnum fólki, ið ikki hava rætt til pensjón, men bert mugu lata sær lynda at fáa lummapening

Í farnu viku varpaðu fjølmiðlarnir ljós á óvirðiliga munin á lívskorunum hjá teimum, sum búgva á sambýlum, og teimum, ið búgva á psykiatrisku deild og bústovnum.

Støðan er tann, at tey, sum búgva á sambýlum, fáa fyritíðarpensjón og rinda fyri innivist av pensjónini, men tey, ið búgva á psykiatrisku deild, og tey, sum búgva á bústovnum, fáa onga pensjón, men umleið 1000 kr. um mánaðin í lummapeningi.

 

Einans rætt til lummapening

Talan er um eini 55 fólk, umleið 20 á psykiatrisku deild og umleið 35 á ymsum stovnum undir Nærverkinum. Síðani kom fram, at sama skipan er galdandi fyri umleið 360 fólk, sum búgva á ellis- og røktarheimum. Sostatt eru í alt um eini 420 fólk, ið ikki fáa pensjón, men bert lummapengar til persónligan tørv.

Tá tað snýr seg um ein so stóran bólk, er sjálvandi eisini talan um eitt sindur av pengum, um hetta skal broytast. Í sending í Kringvarpinum kom fram, at heilsumálaráðharrin metir, at talan verður um tvísiffraða milliónaupphædd. Hetta er sjálvsagt ikki so lætt at fáa bøtt um, sum støðan er. Men bæði landsstýriskvinnan í almannamálum og landsstýrismaðurin í heilsumálum vóru samd um, at verandi skipan er ikki nóg góð.

 

Glíðandi tillaging

Vit kunnu kanska siga, at hatta hava vit ikki ráð til nú, og so onki gera. Men tað er ein óvirðilig leið, sum ikki sømir seg nútíðini. Tí verður neyðugt at finna eina loysn, sum vit hava ráð til at fremja.

Javni setur tí hervið fram eitt ítøkiligt uppskot til loysn, ið kundi verið ein gongd leið, og sum allir flokkar á tingi vónandi kunnu taka undir við:

 

Við ársbyrjan 2010 verður farið yvir til fyritíðarpensjón fyri øll fólk undir 67 ár, sum búgva á almennum stovnum, ellis- og røktarheimi, sjúkrahúsi ella líknandi. Hesi rinda so fyri kost og innivist á sama hátt sum á sambýlum. Her er leysliga mett talan um eini 55 fólk.

Tey, sum eftir ársbyrjan 2010 fylla 67 ár, varðveita sína pensjón – eisini um tey flyta inn á almennan stovn, ellis- og røktarheim, sjúkrahús ella líknandi.

Á henda hátt fáa vit givið øllum teimum yngru virðiligari kor, uttan at tað kostar serliga nógv, og vit forða fyri, at fleiri koma inn í ta mannminkandi skipanina, har fólk bara fáa lummapengar. Um vilji og fíggjarorka er til tað, kann eftirverandi bólkur flytast yvir í pensjónsskipanina seinni. Í øllum førum, fer henda skipan við tíðini at loysa mannminkandi støðuna, at vaksin fólk enda við at noyðast at liva við bert at fáa lummapening.

 

Áheitan á politikarar

Nú, ið vit eru gjørd varug við tann mismun, ið verður gjørdur á teimum, ið búgva á sambýlum og teimum, ið búgva á bústovnum ella á psykiatrisku deild landssjúkrahússins, er tað óvirðiligt og ábyrgdarleyst onki at gera. Javni heitir tí á bæði almannamála- og heilsumálaráðharran og á allar løgtingslimir um at virka fyri, at bøtt verður um hesa skipan – til dømis eftir tí leisti, ið lýstur er í hesi grein.

 

Vegna Javna

Óli Wolles, formaður

Rúna Sivertsen, dagligur leiðari