Pensjón­istar ov dýrir fyri lands­kassan

Fyri at minka hallið á fíggj­arlógin, ætlar sam­gongan nú at taka 12 mill­iónir frá teimum, sum fáa fólkapensjón, av­lamis­pensjón, fyri­tíðar­pensjón, barna­peng­ar ella aðrar al­manna­veit­ingar.
Sum støðan hev­ur ver­ið, eru allar almanna­veit­ingar automatiskt hækk­aðar 4% um árið við tí fyri eyga at byrgja upp fyri prís­hækkingum, so at livi­støðið ikki skuldi lækk­að av tí, at prísirnir á mati, olju og øðrum, fóru upp.
Men fyri stuttum lækk­aði samgongan hesa hækk­ingina niður í 3%. Og næsta ár er ætl­anin, at hækkingin skal fella heilt burtur.
Rósa Samuelsen, lands­stýriskvinna í al­manna­málum, er nú í ferð við at snikka eitt lóg­ar­upp­skot til, har enda­málið er at taka hesa prístals-hækk­ing­ina burtur í 1011.
Rósa Samuelsen sig­ur, at hetta fer at spara landskassanum fyri eina útreiðslu upp á 12 milli­ónir í 2011, sum so­statt verða tiknar frá øll­um teimum, sum fáa pen­sjónir av ymsum slagi.
Men í játanar­karm­inum, sum varð samtyktur í Løg­ting­inum í vár, ger sam­gongan eisini greitt, at auto­matiska hækkingin upp á 3% skal eisini setast úr gildi í 2012 og tað fer so at spara landskassanum eina útreiðslu upp á 12 milliónir afturat.
Men her kann verða lagt afturat, at í lógini, sum automatiska hækk­ingin verður avtikin eftir, er ongin tíðarav­mark­ing.
Hinvegin sigur Fróði Jacobsen, stjórn­ar­sam­skipari í almanna­málaráðnum, at politiski viljin er, at her er talan um eina fyribils loysn.
Samgongan sigur í endamálið er, at út­reiðsl­urnar til almennar lønir, skulu ikki hækka í 2011 og í 2012.
Tað merkir at enda samráðingarnar millum fígjarmálaráðið og fak­feløgini á almenna ar­beiðsmarknaðinum við lønarhækkingum, skulu tilsvarandi sparingar finn­ast á fíggjarlógini.
Men av tí, at út­reiðsl­urnar til lønir ikki skulu hækka, heldur sam­gongan eisini, at tað rætt­asta er, at al­manna­veit­ingarnar heldur ikki skulu hækka í 1012 og 2011
Men lagt verður aft­ur­at, at enda sam­ráð­ing­arnar kortini við, at løn­irnar hækka, skal málið um at strika hækk­ingarnar í al­manna­veit­ing­unum, eisini takast upp til nýggja viðgerð.
Tað er eisini ætlanin, at lestrarstuðulin skal frystast fastur í 2011 og 2012 og tað sparir land­inum 4,5 milliónir krónur tilsamans hesi bæði árini.