David Davidsen, Tjørnuvík
???????????????????????
Formaðurin í Sunda pensionistafelag noktaði mær at koma við til Íslands, tí hann segði meg vera ov gamlan.
Sostatt meti eg meg vera tveittan úr felagnum, tí eg eri komin ov høgt upp í árini. Tað harmaði meg almikið, og eg eri ikki sørt argur, at formaðurin í Sunda pensionistafelag, har eg havi verið limur í mong ár, noktaði mær at koma við til Íslands, tí hann metti meg at vera ov gamlan.
Hóast eg eri 92 ár, havi eg enn góða heilsu, og minninum og skilinum bilar einki.
Tí haldi eg tað vera eyðmýkjandi og beinleiðis brot á mannarættindini at nokta mær ein hugnaligan túr saman við vinum og kenn-ingum. Er ikki aðalmálið hjá einum pensionstafelag at lætta um tilveruna hjá teimum gomlu ? serliga einkjum og einkjumonnum.
Setti meg í samband við Sigvald Kristiansen, næstformann í landsnevndini og stóð hann púra spyrjandi. Ringdi eisini til ferðaleið-aran, sum býr í Suðuroy, og hann bað meg bara gjalda ferðaseðilin, so skuldi tað vera í lagi. Men formaðurin í Sunda pensionistafelag stóð við sítt ? eg var ov gamal. Eisini havi eg tosað við pensionistar í øðrum norðurlondum, og siga teir, at hetta hevði ikki komið fyri hjá teimum. Teir øtaðust.
Nú bar so á, at íslendskir pensionistar komu til Tjørnuvíkar, og var eg tá ferðaleiðari teirra. Teir vóru so væl nøgdir, at teir bjóðaðu mær við teimum til Íslands, og hesum tók eg við. Paradoksalt fóru vit við sama farti sum Sunda pensionstafelag, og enntá sat eg saman við íslendsku pensionistunum tætt við sama matborð sum Sunda pensionistarnir. Soleiðis eydnaðist mær at koma aftur til Íslands, har eg havi so mong kær minni frá mínum arbeiðslívi.
Er tað blivið so, at ovara aldursmark verður sett til tess at kunna taka lut í virksemi felagsins, so er álvarslig misskiljing komin í.
Hetta er bæði órættvíst og vanærandi ímóti okkum, sum eru komin um tey níti. Verða vit so noydd at stovna annað pensionistafelag, sum bara eru fyri tey oman fyri níti. Tað kann ikki vera rætt.
Við hesum reglum mótmæli eg hesari avgerð formannsins og meti hetta at vera týðuligt brot á rætt-indini hjá 90-ára bólkinum. Havi tosað við Niclas Akra-berg Poulsen, og frá honum frætta vit seinni.
Livst so spyrst.