Summarfrítíðin er av og smátt um smátt er fólk farið aftur til verka. Eisini felagsskapir av ymsum slag kvaklast við aftur eftir summardúrin. Fólki leingist eftir at hittast aftur. Summi til okkurt ítriv og onnur mest til at koma saman at hugna sær. Sita við einum stokki í hondini og práta við vinfólk, at halda á einum blaði ella hvørt av sínum.
Eitt felag, sum plagar at hava regluligar fundir frá fyrrapartinum í september til endan av mai mánaði, er Pensionistafelagið í Havn. Hetta felag varð stovnað í 1976 og hevur soleiðis 32 ár á baki.
Alt frá stovnanini hevur fólk víst felagnum stóran áhuga. Limatalið vaks skjótt. Regluligir fundir vórðu hildnir eina ferð um vikuna. Hetta heldur við enn. Tó so, onkuntíð hevur limatalið verið fallandi, men so hevur aftur verið framgongd. Seinastu 6-8 árini hevur limatalið aftur verið javnt hækkandi. Í skrivandi løtu er tað umleið 190.
Ymist er, hvat fyriferst á fundum okkara. Vit plaga at fáa onkran at siga frá annaðhvørt serstøkum hendingum, ið hava verið, ella tey hava sagt frá ymsum, tey sjálvi hava upplivað. Vit hava havt fólk at halda fyrilestrar og lýsa ymisk mál. Fólk, ið eru dugnalig til tess, eru biðin at lesa upp. Filmar og ljósmyndir verða víst. Kortini koma fram og eisini onnur spøl av ymsum slag. Og ikki at gloyma bingo. Tað er fyri limirnar. Men tá kunnu limirnir taka gest við. Hetta hevur kortini ikki verið tað stóra súsið, hetta við bingo, men í meðal eina ferð um mánaðin. Burturluting, uppboðssøla og tombola eru onkuntíð. Hesi tiltøkini eru eisini ein hjálp til raksturin av felagnum.
Onkuntíð hava vit vitjað onnur pensionistafeløg. Tað hevur dámt limunum væl, og so hava gjarna somu feløg vitjað aftur til okkara. Stutt sagt: felagið roynir at hava eitt so fjøltáttað virksemi, sum til ber.
Felagið verður stýrt av eini 5-mannanevnd. Alt arbeiði verður gjørt ókeypis. Og vanliga eru fólk fús at rætta okkum eina hjálpandi hond.
Hvørja ferð fundur er, fáa vit ein góðan drekkamunn. Nýggir limir eru vælkomnir. Limir kunnu øll gerast, sum eru fylt 62 ár. Limagjaldið er kr. 150,- um árið fyri støk og 225,- fyri hjún. Limur gerst ein við at ringja til formannin, telf. 313409, ella bara koma á fund og tá tekna seg sum lim.
Vit halda til í Losjuni við Tinghúsvegin. Vit kundu hugsað okkum størri rúmd, men við einum góðum vilja gongur tað.
Tann 10. september byrja vit aftur. Á fyrsta fundinum plaga vit at gera eitt sindur burtur úr. Hetta ætla vit eisini at gera í ár. Hjá teimum, sum ætla sær við á fyrsta fundin, verður neyðugt at tekna seg – men hyggið nærri eftir lýsing um hetta, sum kemur á gulu síðurnar og lýsingartorgið.
Nevndin