-Tað er ein skandala, at pensiónin ikki verður goldin út til jóla.
Hetta sigur Símun Pauli Poulsen, skrivari í Landsfelag Pensionistanna og formaður í Eldraráðnum, nú greitt er, at pensiónin verður jólatrøll
Útvarpið visti í gjár at siga, at pensionistar, sum venda sær til Almanna- og Heilsumálastýrið hava fingið tey ráð, at leita sær hjálp á Almannastovuni, nú pensiónin ikki verður útgoldin fyri jól.
Sagt varð, at samgongan brúkti so nógva tíð, at fáa ásetingarlógina fyri løgtingið, at Løgtingið fekk ikki avgreitt hana í so mikið góðari tíð fyri jól, at pensiónin fyri januar kundi avgreiðast sum vanligt.
Pengarnir brúktir
Símun Pauli Poulsen, sigur, at støðan kemur sera dátt við hjá pensionistunum.
- Um pensiónin onkuntíð er seinkað, kunnu vit liva við, men at tað hendir júst á jólum er ein skandala.
-Nógv eldri fólk hava brúkt sínar pengar, at keypa gávur til børn og barnabørn, og nú tey ongan pensión fáa standa tey á berum, sigur skrivarin í Landsfelag Pensionistanna.
Skrivarin í Landsfelag Pensionistanna heldur ikki at Almanna- og Heilsumálastýrið kann lastast fyri, at pensionistarnir onga pensión fáa til jóla í ár.
Málið varð lagt fyri Løgtingið í góðari tíð. Tískil eru tað tingmenn sum hava verið ov drúgvførir, heldur Símun Pauli Poulsen.










