Landsfelag pensionistanna hevur í dag verið á fundi við løgmann. Endamálið var at vísa á, at felagið heldur seg hava rætt til at fáa part í veddingarpengunum, sum verða goldnir Føroyum fyri tað, sum føroyingar spæla í eydnuspølum hjá Danske Spil.
Í Danmark fáa pensionistar part av sonevndu veddingarpengunum, men tað verður ikki í hesum umfarinum, at føroyskir pensionistar fáa sama rætt.
Tað staðfestir Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensionistanna, eftir fundin við løgmann.
Við at trýsta á pílin niðanfyri myndina ber til at hoyra tað, sum Arne Thorsteinsson segði við Rás2 í dag.