Almannastovan hevur fingið í lag avtalu við peningastovnarnar, sum merkir, at pensionistar, ið fáa pensjónina flutta gjøgnum peningastovn, kunnu fáa forskot frá peningastovninum. Peningastovnurin tekur síðani forskotið innaftur, tá pensiónin kemur eftir jól.
Sambært Almannastovuni er truplast hjá teimum, sum fáa pensiónina útgoldna við postávísing og búgva uttanfyri Havnina. Men møguleiki er at finna útveg fyri hesum eisini, verður sagt.
Almannastovan mælir øllum penstionistum, sum ikki kunnu bíða eftir pensiónini til eftir jól, um at venda sær til Almannastovuna fyri at loysa málið.
Sum skilst skulu fólk ikki roknað við, at fáa heilt somu pensiónshæddir útgoldnar, um tey taka av tilboðnum um eitt forskot.