Pensionistar enn einaferð snýttir

Tað tykist, sum um tað er vorðin ein sportur hjá samgonguni at lúgva fyri teimum, ið bert hava avlamis- og fólkapensión at liva av

Tey flestu minnast, og nógv hava kent sviðan av, hvussu óskilið við pensiónunum hevur verið síðan á jólum. Neyðugt er ikki at endurtaka tað, sum er sagt um óskilið, síðan lógin um almannapensiónir fór at virka á nýggjárinum.

Vit í minnilutanum í løgtinginum hava staðiliga ávara samgonguna ímóti at pressa lógir ígjøgnum, uttan at neyðugu fyrireikingarnar eru gjørdar til fulnar. Tá lógin um ásting av almannaveitingum var til viðgerðar beint áðrenn jól (ár ov seint), fregnaðust vit m.a. eftir konsekvensútrokningum fyri, hvussu nýggja lógin kom at ávirka fíggjarviðurskiftini hjá teimum , ið hava rætt til pensiónir,.av ymsum slag. Samgongan vildi ikki lurta eftir minnilutanum, og ein av fylgjunum var, at flestu pensionistar fingu meira í skatti enn áður, uttan at samgongan hevði gjørt sær far um henda veruleika.

Tá hetta gjørdist samgonguni greitt, lovaði hon í panikki pensionistunum skattalætta og legði uppskot fyri løgtingið um hækking av botnfrádráttinum hjá pensionistum.

Uppskotið var skundað ígjøgnum nevndarviðgerð og víkt bleiv frá tíðarfreistini fyri viðgerð av løgtingsmálum, fyri at pensionistar kundu fáa lættan saman við pensiónunum mánaðarskiftið mars/apríl.

Tá pensiónin so kom, máttu bæði pensionistar og løgtingsmenn ásanna, at enn einaferð var ein lóg skundað ígjøgnum, og at enn einaferð, í hesum førinum, gørdist tann lovaði skattalættin ikki veruleiki.


Ger ongantíð tað hann lovar

Nú má tíðin vera komin at spyrja, hvussu leingi kann ein landsstýrismaður halda áfram at fara lætt um sannleikan yvir fyri pensionistum og løgtinginum. Tað tykist løgið at landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum bleiv offraður, ti hansara egni flokkur ikki hevði álit á honum, tá m.a. sami flokkur staðiliga góðtekur, at landsstýrismaðurin í almannamálum ongantíð ger tað, hann lovar, heldur ikki hesaferð.

Tað einasta landsstýrismaðurin í almannamálum skuldi gera, fyri at pensionistar kundu fáa lovaða skattalættan, var, at hann syrgdi fyri, at hvørt pensiónsslag sær fekk frámerki, soleiðis at skattaskipanin kundi finna út av, hvønn frádrátt tey ymsu pensiónssløgini skuldu hava, men hetta hevði ikki hansara prioritet.

Tá man so hoyrir at landsstýrismaðurin í almannamálum, í staðin fyri at gera tað, hann er settur til, undirheldur nøkrum fáum fólkatingslimum, ið eru møttir av berari høfligheit, við at vit í Føroyum framyvir skulu hava sama samband við Danmark sum Mikronesia og Palau hava við USA, ja so má verða komið hartil hjá fólki at spyrja seg sjálvi, um ráðiligt er at loysa við slíkum politikarum.


Kristian Magnussen

løgtingsmaður