Pensionistar

Í sambandi við soklallaða ólavssøkupakkan er ein komandi pensiónsreformur blandaður uppí. Hetta er ikki serliga heppi, tá grundgevingin fyri vakstrarpakkanum er verandi fíggjarliga støðan hjá landskassanum.

Men pensiónsreformurin skal so viðgerast undir øllum umstøðum. Men framløguformurin hevur ikki verið serliga væleydnaður, tá tað mest sjónliga undir orðaskiftinum hevur verið, at núverandi pensionistar, bæði fyritíðar- og fólkapensionistar koma at missa inntøku. Bæði beinleiðis miss og óbeinleiðis miss.

 

Beinleiðis koma fólkapensionistar at missa inntøku við, at grundupphæddin verður skattskyldug. Um bøtast skal um hetta má grundupphæddin hækkast munandi. Og so er landskassin líka vítt. Óbeinleiðis missa fólkapensionistar eisini við at procentpartur av aðrari inntøku verður mótroknaður í pensiónini, eisini grundupphæddini. Um hetta skal vera partur av einum komandi reformi, er tað betur, at hann ikki kemur. Eisini virkar tað heilt skeivt, at mótrokning skal gerast frá fyrstu krónu í fyritíðarpensiónini.

 

Eftir míni uppfatan eigur ein vakstrarpakki ella kreppupakki, ella hvat hann verður róptur, at verða viðgjørdur fyri seg, og ein komandi meira langtíðarætlaður pensiónsreformur at verða viðgjørdur fyri seg.

 

Í juli 2008 hevði eg eina grein um framtíðarviðurskifti hjá pensionistum og í mei 2009 skrivaði eg aftur eina grein um sama evni. Seinra greinin var fyri stóran part endurtøka av tí fyrru, men kortini haldi eg eisini, at tær supplera hvørja aðra. Harumframt haldi eg ikki, at so nógv er hent í málinum fyrrenn nú, so eg vil loyva mær at senda greinirnar eina ferð afturat til Sosialin. Um blaðið vil geva rúmd fyri greinunum, kundi tað veri, at onkur (møguliga pensionistur) gav sær stundir at lesa tær aftur, saman við hesum lítla greinastubba.

 

Sjónarmiðini í báðum greinum standi eg framvegis við.

 

Jógvan Sundstein

 

(skrivað 11.08.2009)