Pensionistafelagið í Havn er eitt sera virkið felag. Limirnir koma saman hvørja viku og hava nógv ymiskt á skránni sum t.d. bingo, filmskvøld, ella fyrilestrar. Tað eru bæði limir í felagnum og fólk uttan í frá, sum halda hesar fyrilestrar, sum t.d. onkur frá heilsuverkinum ið tosar um ymiskt, sum tey eldru kenna frá sínum dagligdegi.
Hølini vóru fullsett, og fólk veruliga hugnaðu sær við sangi, tónleiki og góðum mati.
Suni Joensen, formaður í felagnum, var orðstýrari og kom við onkrum stuttligum viðmerkingum, og hann hevði sína tulking av Visión 2015.
Í Pensionistafelagnum í Havn eru tilsamans 160 limir.