Pensinistafelagið eigur kirkjugarðarnar

Seinastu árini hevur pen­si­on­ist­a­fel­ag­ið Kvøld­ar­sól stað­ið sum eig­ari av báð­um kirkj­u­garð­u­num í Skop­un, skúl­an, Didu­hús­i­num og havn­ini, men nú verð­ur mis­takið broytt

Í 1991 seldi Skopnar kommuna pen­sin­ista­fel­ag­num Kvøld­ar­sól Did­u­hús­ið, men sak­før­ar­in, sum skriv­aði skeyt­ið, gjørdi hann eitt mis­tak.
Allar ognirnar hjá komm­unu­ni høvdu matrik­ul­numm­ar 624, og í skeytið varð skriv­að, at komm­unan seldi 624 til Kvøld­ar­sól, og mat­­­rik­ul­numm­ar bleiv 624a. Didu­húsið varð ikki matriklerað frá.
Tí hevur Kvøldarsól øll hesi ár­ini staðið sum eigari av ogn­um føstu ognum komm­un­unnar.
Nú verður hetta broytt, so Did­u­hús­ið fær mat­r­ikul­l­numm­ar 62a, og hin­ar ogn­ir­nar 624b.
Skeytið er gjørt og und­ir­skriv­að, men tað er ikki ting­lýst enn.
Á kaga.fo stendur pen­si­on­ist­a­fel­ag­ið K­vøldarsól tí fram­vegis sum eigari av fleiri ogn­um.