Samgonguflokkarnir hava lítið annað megnað á eftirlønarøkinum hesi 4 árini, enn at fella uppskotini hjá samgonguni, men nú í tólvta tíma, nú skal egnast. Tó allur bati bøtur.
Tað hevur verið hildið ódámligt at lóggeva afturvirkandi. Tað er ikki minni ódámligt í hesum føri, hvar tað er beint upp undir eitt løgtingsval, har landsstýrið kanska verður skift út. Og tað er sera ódámligt at lóggeva í ótíð og afturvirkandi til aðrar ? til dømis kommunurnar ? at gjalda.
Tær kommunalu fíggjarætlanirnar eru beint lagdar og góðtiknar av Føroya landsstýri, og løgtingið hevur beint viðtikið fíggjarløgtingslógina fyri 2002 við halli, tí eini var avsett til avdráttir. Hesin framferðarháttur er átaluverdur ? tó at ein unnir fólkapensionistunum allan bata.
Tann ovurstóra minkingin av blokkinum hevur læst samgonguna fíggjarliga, hóast gulltíðirnar, sum verið hava. Í despiratión kemur landsstýrið nú við eini lappaloysn til nakrar av pensionistunum ? men als ikki til allar ? hví?
Partar av uppskotinum eru skilagóðir og kundu longu haft verið lógfestir og við í fíggjarlóg og kommunalu fíggjarætlanum fyri 2002, men landsstýrið var ikki vakið á trivnaðarøkinum.
Men nú lóggevur samgongan soleiðis, at allar 49 kommunurnar og løgtingið skulu til at fremja broytingar á so væl inntøku- sum útreiðsluøkinum við afturvirkandi til 01.01.02 og tað er sera Ódámligur arbeiðsháttur. Tað skilja helst øll ? uttan okkara fíggjarmálaráðharri sum skilst?
At hettar so bara er ein lappaloysn fyri nakrar pensionistar, og als ikki nøkur framtíðarloysn á pensiónsøkinum, tað vita øll, sum fylgja við. Tá skal hettar uppskot landsstýrisins betrast munandi í tinginum, áðrenn tað verður viðtikið við 3. viðgerð.
Ein komandi samgonga eftir løgtingsvalið eigur at loysa pensiónsmálið ? eftirlønarmálið sum heild, bæði upp á stutt sikt og upp á longri sikt. Tað má skipast ein onnur samgonga eftir løgtingsvalið, sum raðfestir vælferð og lívskvalitet Føroya fólks fremst ? langt fram um óverulig tjóðskaparromantisk tiltøk sum »fullveldið her og nú« ið hevur verið aðalmálið hjá sitandi løgtingssamgongu.
Fólkið og tess vælferð fremst. Vónandi fær andstøðan betra fyriliggjandi uppskot landsstýrisins undir tingviðgerðini, so tað verður borðbart og setir allar pensionistar líka fyri lógini.