Nær fara løgmaður og samgongan at leggja frá sær orsaka av vánaligum arbeiðslagi og stevi? Er neyðugt við fleiri gølum afturat?
Tað er so ikki neyðugt at minka pensiónirnar fyrrenn fullveldi gerst veruleiki - og tá skal skerjast nógv meira hjá øllum, enn vit hava sæð nú.
Trivnaðarnevndin visti at skeivleikar vóru!
Tørvandi viðgerðin og manglandi upplýsingar til nýggju pensións og ásetingarlógina gav tað útslit ein kundi vænta: Eina gølu og niðurgerð, ið okkara pensionistar ikki hava uppiborið.
Teir skeivleikar, ið vóru í lógini vórðu ikki rættaðir av einum meiriluta av trivnaðarnevndini, men í skundi atkvøddir ígjøgnum.
Vit í trivnaðarnevndini vistu at tað vóru skeivleikar. Tess fleiri upplýsingar komu fram undir nevndarviðgerðini, tess fleiri skeivleikar komu til sjóndar.
Tí undraði tað almikið, at ein meiriluti í Trivnaðarnevndini ynskti at avgreiða og við lóg at staðfesta skeivleikarnar, ið pensionistar okkara skulu liva við framyvir.
Tað er ongin orsøk at seta í verk eina pensiónslóg, ið ikki røkkur til knøini á tí lóg, sum hevur verið galdandi til nú.
Atkvøðuneyt?
Við slíkum framferðarhátti undrar tað ikki, at landið er farið av knóranum einaferð, og at tað sama hendir einaferð enn. Her er snøgt sagt ov lítið skil á. Arbeiðshátturin er ikki ?vit skulu gera tað betri? men ?Hvad fatter (Landstýrið) gør er altid det rigtige? - eisini tá ið tað er skeivt. Soleiðis tykjast mangir samgongulimir at hugsa. Ella droyma teir bert um forkolaða fullveldi, sum flestu føroyingar tíbetur ynskja har pipari grør!
Tað tykist meira umráðandi at verja samgonguna enn at verja borgaran ein er valdur at umboða! Við hesum hugburði koma løgtingsmenn at verða ?ikki hugsandi atkvøðuneyt? - hvørki meira ella minni. Einstakir kalla tað politikk, kompromis og ?at arbeiða við ábyrgd?
Nevndararbeiði:
Men eiga løgtingsmenn ikki at ávísa møguligar skeivleikar og veikleikar í løgtingsuppskotum og bøta um teir í nevnd? Er tað ikki tí at uppskot verða viðgjørd í nevnd? Eitt sera gott uppskot verður als ikki broytt undir nevndarviðgerðini. Men eitt vánaligt uppskot má broytast ella vera víst aftur til landsstýrismannin at rætta og bøta, um stórir skeivleikar eru. Hetta uppskotið átti ongantíð at verið lagt fram á Føroya løgting. Løgtingið átti í smb við nevndarviðgerðina at víst uppskotinum aftur til Landsstýrismannin tá allir skeivleikarnir komu fram. Men tað varð ikki gjørt í smb við hesa lóg - sjálvt um trivnaðarnevndin var vitandi um stórar skeivleikar.
Til dømis fekk trivnaðarnevndin at vita, at fleiri pensiónsupphæddir minkaðu. Men onki var gjørt av meirilutanum at bøta um hesi viðurskiftir.
Tað verðu gjørdur munur á um ein er giftur ella stakur, men onki varð gjørt
Tað verður gjørdur munur á um ein pensionistur er giftur við ?pensionisti? ella ?ikki pensionisti?, men onki varð gjørt.
Vit fingu at vita, at skatturin fór at eta hækkingarnar upp - men onki varð gjørt - stórt sæð - uttan at samtykkja uppskotið.
Hví rennur ein partur av Trivnaðarnevndini undan ábyrgd?
Tí undrar tað stórliga, at partar av meirilutanum í trivnaðarnevndini nú royna at vaska hendur og renna undan ábyrgd. Teir vistu nevniliga so sára væl hvat tað var teir royndu at fáa samtykt, og fingu samtykt!
Tvørturímóti má ein meiriluti í trivnaðarnevndini (íroknað Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu) og samgongan taka á sínar herðar konsekvensin av tí lóg teir sjálvir hava samtykt. Og onki við at renna undan ábyrgd, sum serliga Tjóðveldisflokkurin hevur verið kendur fyri. Vit hava nevniliga ábyrgdina fyri teimum lógum, ið verða samtyktar á Føroya Løgtingi, ikki Helena Dam á Neystabø, danir ella hini. Sjálvstýrisflokkurin hevur ongan lim í Trivnaðarnevndini og tí onga beinleiðis ávirkan á nevndararbeiði.
Tað er nevniliga púra greitt, at ein meiriluti á Føroya Løgtingi (samgongan Incl Tjóðveldisflokkurin) hevur samtykt hesa lóg, íð kemur at forpesta mongum pensionisti tilveruna.
Fyrrverandi pensiónslógin var gjøgnumhugsað. Tað tykist ikki vera soleiðis við tí nýggju.
Vinarliga
Marjus Dam, løgtingsmaður