Penn State 60 mió dollarar í bót

Eftir at tað gjørdist kent, at fyrrverandi hjálparvenjarin hjá Penn State, Jerry Sandusky, hevur gjørt seg inn á børn, hevur NCAA, sum er ítróttasambandið í USA, givið universitetinum eina bót á 60 milliónir dollarar og bann fyri at luttaka í endaspælinum í fýra ár.

Samstundis hevur felagið gjørt av at taka niður eina standmynd av venjaranum, Joe Paterno, sum annars stóð framman fyri heimavøllinum hjá universitetinum (myndin). Tað er tó ikki Joe Paterno, ið er fongslaður fyri pedofili, men ein hjálparvenjari hjá honum, Jerry Sandusky.

Stranga revsingin hevur skelkað lesandi á Penn State, sum er eitt av universitetunum í Pennsylvania.

Samstundis fær universitetið strikað øll úrslit frá 1998 til 2011, ið var tíðarskeiðið, Jerry Sandusky gjørdi seg inn á í hvussu er 10 dreingir. Í fleri førum skavaði leiðslan út yvir framferðina hjá hjálparvenjaranum.

Tað skrivar eitt nú Washington Post.