Álvur Kirke
Valevni Miðfloksins til býráðsvalið í Havn
Tá eini ung hjún giftast og byggja sær hús, so er hetta ein so stór fíggjarlig byrða, at bæði noyast út at arbeiða, um tey vilja ella ikki.
Hetta ger, at tey ikki hava møguleika at passa børn síni um dagin.
Summar mammur vilja gjarna arbeiða úti, men summar vildu heldur verið heima hjá børnunum, - um tað var fíggjarliga møguligt.
Tað ber væl til at rokna úr, hvussu nógv eitt vøggustovu- ella barnagarðspláss kostar, - og hvussu stórur kommununar partur er.
Galdandi skipan er órættvís! Tey, sum fara út at arbeiða, og fáa vøggustovu- ella barnagarðspláss, fáa tvær inntøkur, og fáa har aftrat stóran part av vøggustovu- og barnagarðsplássinum goldið av kommununi.
Tey, sum einki vøggustovu- ella barnagarðspláss fáa, mugu sjálvi passa síni børn, ella gjalda onkrum, fyri at passa tey.
Um nú peningurin fylgdi barninum, so fekk mamman ein reellan valmøguleika. Hon kundi valt at arbeitt heima, og hon kundi valt at arbeitt úti.
Henda møguleika hevur hon ikki í dag.
Henda skipan hevði eisini ført við sær, at trørvurin á vøggustovu- og barnagarðsplássum hevði minkað, tí nakrar mammur høvdu helst valt at verið heima hjá børnum sínum.
Miðflokkurin vil virka fyri, at slík skipan verður veruleiki.
Vel tí Miðflokkin, lista H.









