Peningurin latin

.

Kálkskannarin á Landssjúkrahúsinum hevur verið nógv umrøddur, tí peningur, góðar 500.000 krónur, var ikki at keypa hann fyri, eftir at hann varð leigaður.

Feløg og einstaklingar tóku stig til landsumfatandi innsavning, ið gav úrslit, so skannarin, ið kann vísa veikleikar í beinagrindini, framhaldandi kann standa á Landssjúkrahúsinum.

Leigan varð trekt frá og kostaði skannarin tí 468.000 krónur og henda upphædd stóð á kekkinum, ið var handaður Landssjúkrahúsinum. Inn komu 450.000 krónur og síðani lat Føroya Sparikassi tað, ið restaði í.

Á samkomu á Landssjúkrahúsinum seinnapartin fríggjadagin, handaðu umboð fyri innsavnarar peningin til umboð fyri Landssjúkrahúsið.