Helgi Abrahamsen
????????????????
»Peningur fossar úr landskassanum« er yvirskriftin á eini grein, sum Høgni Hoydal hevði í bløðunum 9. mars. Greinin er partur av eini herferð, sum Tjóðveldisflokkurin hevur koyrt í fjølmiðlunum ta seinastu tíðina, har endamálið er at frásiga flokkinum alla ábyrgd av fíggjarligu støð-uni, sum landið er komið út í.
Boðskapurin sum Tjóðveldisflokkurin roynir at fáa fram, er, at til og við 5. desember 2003 varð "sitið tungt á kassanum", men at longu dagin eftir at val var útskrivað, kom vend í. Vánaliga úrslitið hjá landskassanum í 2003 hevur við øðrum orðum einki við tær 49 vikurnar frá 1. januar til 5. desember at gera, men alt er úrslit av manglandi fíggjarstýring tríggjar tær seinastu vikurnar av árinum (jólavikan íroknað).
Minni fossar inn
Hyggja vit eftir, so síggja vit, at peningafossurin úr landskassanum er ikki vaksin meira hesa seinastu tíðina, enn hann hevur gjørt nú í nógv ár. Munurin er bara tann, at nú fossar minni inn í kassan, og tí verður eisini minni eftir. Og hví fossar minni inn í kassan? Ein orsøk er verri fiskaprísir, ein er trupulleikar í alivinnuni, og ein er, at undanfarna landsstýrið bað um at fáa minni ríkisstuðul úr Danmark (bert fyri at nevna nøkur dømi). Hetta seinasta hevur tá inniverandi ár er íroknað, kostað landskassanum 1,2 milliardir krónur. (Ein ikki so lítil fossur).
At koma í bløðini nú og siga, at tað er manglandi avgjald á grønar keksir, sum ger alt útslagið, er at undirmeta vitanina hjá føroyingum.
Skjótir at rigga av
Sigast má, at Tjóðveldisflokkurin hevur lættari við at rigga av, enn at rigga til. Tí hóast Karsten Hansen bleiv valdur til landsstýrismann tann 15. mai 1998, so segði hann í samrøðu við Sosialin tann 24. september sama ár, at "tað verður ikki fyrr enn á fíggjarlógini fyri ár 2000, at politikkurin hjá samgonguni rættiliga fer at vísa seg". Tað vil siga, at tað skuldi taka meira enn hálvtannað ár, áðrenn føroyingar veruliga fóru at merkja, at ein nýggj samgonga var komin til. Men nú tá Tjóðveldisflokkurin riggar av, følir hann seg leysan av allari ábyrgd longu dagin eftir at hann hevur latið hurðina aftur í Tinganesi.
Hvør hevur ábyrgdina?
Tjóðveldisflokkurin má ikki halda, at tað er nýggja samgongan, sum hevur lækkað fiskaprísirnar á heimsmarknaðinum, og tað er heldur ikki samgongan, sum hevur skapt trupulleikarnar í alivinnuni. Men allir føroyingar vita, hvør hevur staðið á odda fyri átakinum, sum tá hetta árið er runnið, hevur kostað landskassanum 1,2 mia. krónur.