Peningur í glaðari starvsfólkum

Nógvar milljónir krónur kunnu sparast, um arbeiðsumhvørvið á almennum arbeiðsplássum varð bøtt. Tað vísir ein nýggj kanning, sum Forbundet af Offentlig Ansatte í Danmark hevur gjørt

 
FOA hevur kannað 1100 av sínum limum, fyri at finna orsøkina til fráveru vegna sjúku. Niðurstøðan er, at bæði tað fyskiska og tað sykiska arbeiðsumhvørvið hevur stóra ávirkan á fráverutíttleikan.
               Víst verður á, at bert við at lækka sjúkudagatalið úr 15 niður í 12, eru milljónir hjá landinum at spara.
                      FAO finst at tí almenna, fyri ikki at gera langtíðarhugsanir.
               - Tað er ein vanlukka, at tað verður nýttur so nógvur peningur uppá skúkufráveru, sum ístaðin kundu verið nýttur til at bøta um arbeiðsumhvørvið, sigur Inger Bolwinkel, skrivari í Forbundet af Offentlig Ansatte í Danmark.
Kelda: Jyllands Posten
 
.