Høgni Hoydal
Tá ið undanfarni løgmaður valdi at skriva val út og at senda fíggjarmálaráðharran til hús, legði hann landið í stjórnarloysi og landskassan í ongamannaland. Ætlaðar sparingar og nýggjar inntøkur, sum skuldu galda frá nýggjárinum vórðu ikki samtyktar, og tí kann úrslitið hjá landskassanum bara gerast verri, fyri hvønn dag, ið gongur. Ja, hetta kann kosta landinum stórar upphæddir og mistar inntøkur.
Landið hevur nú ligið við ongari fíggjarlóg í nærum tríggjar mánaðir. Ein bráðfeingis játtanarlóg varð samtykt 12. desember í fjør. Hon gevur bert heimild fyri, at skattir og avgjøld kunnu krevjast inn, og at landskassin kann gjalda tær mest neyðturviligu útreiðslurnar, sum landið hevur bundið seg til.
Landsstýrið ongi tiltøk
Men onki bendir á, at nýggja landsstýrið hevur tryggjað sær, at pengar ikki verða brúktir út um tað, ið bráðfeingis játtanarlógin loyvir. Dagliga hoyra vit frá landsstýrinum um pengar, ið skulu nýtast her og har. Eisini verður sagt, at so og so nógvur peningur er settur av til ymisk endamál. Nýggja størv eru sett og eisini nýggir stovnar fráboðaðir. Stuðul verður útgoldin til ymisk endamál. Men her er ongin fíggjarlóg samtykt.
Sambært stýrisskipanarlógini skal ongin útreiðsla avhaldast, ið ikki hevur heimild í fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg.
Fyrispurningur reistur á tingi
Tí setti undirritaði í Løgtinginum ein munnligan fyrispurning til Jóannes Eidesgaard, løgmann. Spurningurin var, um hann hevði tryggjað sær, at heimild var fyri teimum útgjøldum, ið fara fram í løtuni.
Svarið var sera ógreitt, men tað kom fram, at nýggja landsstýrið hevur ikki givið aðalstjórum og stovnsleiðarum greið boð um, hvussu farast skal fram, til ein fíggjarlóg, er samtykt.
Hetta er sera álvarsligt.
Kunnu ikki flýggja undan ábyrgd
Vit hava hoyrt landsstýrismannin í fíggjarmálum tosa um komandi hall á fíggjarlógini. Men fyri hvønn dag, ið gongur, so fossar peningur úr landskassanum.
Tað ber ikki til hjá nýggja landsstýrinum at kasta ábyrgdina yvir á undanfarna landsstýri. Løgmaður eigur at tryggja sær, at heimildirnar eru í lagi og at alt verður gjørt fyri at hava tamarhald á útreiðslunum.
Tí fer Tjóðveldisflokkurin at fylgja hesum málinum upp.