Í eini oddgrein í sosialinum herfyri, stóð at lesa:
“Altjóða samfelagið hevur fyri fyrstu ferð í søguni tikið ábyrgd av palestinsku tjóðini og játtaðar eru tíggjutals milliardir dollars sum búskaparlig hjálp til hetta hart plagaða fólk.”
Tá ið tað her verður sagt, at tað er fyrstu ferð at altjóða samfelagið játtar pening til palestinska fólkið, so velst hvat tosað verður um. Í hesum føri vóru tað fleiri lond, sum á felagsfundi í Paris 17. desember, tóku avgerð um at lata nevnda pening.
Bæði Hamas-stjórnin og Abbas-stjórnin í palestinsku økjunum er skilaleysar stjórnir við eini kavrotnari umsiting. Noreg er eitt av londunum, sum í sínari tíð, gav milliónir av krónum til Arafat og hansara stjórn. Seinni kom fram, at meginparturin av hesum peningi var farið í lumman hjá Arafat sjálvum og inn á eina konto hjá konu hansara, sum búði í Paris.
Stórur møguleiki er fyri at peningurin, ið varð játtaður á stevnuni í París, endar á sama hátt, sum meginpartur av peninginum higartil er farin: Í hendurnar og lummarnar hjá nøkrum fáum og til at fíggja sjálvmorðatsóknir móti Ísrael, ístaðin fyri at brúka peningin til at hjálpa sínum egna fólki.
Tað er ófatiligt at demokratisk lond í vesturheiminum ferð eftir ferð lata pening til palestinsku myndugleikarnar uttan at seta treytir fyri demokratiskum valum og skipanum í landinum.
Nógv kristin hava verið í palestinsku økjunum, men tey fækkast í hvørjum. Hví? Tí tey verða beinleiðis forfyld og jagstrað. Í roynd og veru fer fram ein etnisk útreinsan í palestinsku økjunum. Stutt síðani var ein leiðari fyri ein kristnan bókahandil í Gaza burturfluttur og dripin. Tey kristnu verða á slíkan hátt rædd tey kristnu av landinum. Sagt verður, at vandi er fyri, at um stutta tíð eru eingi kristin eftir í palestinsku økjunum.
Men hetta fær heimurin lítið og einki at vita um.