Peningastovnar í Vinnuhúsið

Felagið Peningastovnar skal húsast saman við arbeiðsgevarafeløgunum og vinnufeløgunum í Vinnuhúsinum -At savna vinnuáhugamál undir einum taki hevur verið eitt av ynskinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, og eri eg ógvuliga fegin um at bjóða vinnufelagnum fyri peningastovnunum vælkomnum í felagsskapin í Vinnuhúsinum, sigur Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú felagið hjá peningastovnunum hevur gjørt av at húsast í Vinnuhúsinum.

Felagið Peningastovnar hevur til endamáls at virka fyri góðum kørmum hjá føroyskum peningastovnum og at ansa eftir áhugamálunum hjá limunum í vinnufelagnum yvirfyri myndugleikum og øðrum.

Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka er formaður í Felagnum Peningastovnar.

Í løtuni verður lýst eftir starvsfólki, sum skal arbeiða við og røkja áhugamálini hjá Felagnum Peningastovnar, sigur Vinnuhúsið.