Peningastovnar stevna landinum

Elektron og peningastovnarnir vilja hava endurgjald fyri tær milliónirnar, sum tey hava brúkt til at menna Gjaldskipanina, ið Dátueftirlitið nú hevur steðgað. Helst verða bæði Dátueftirlit og landsstýri stevnd

Elektron og peningastovnarnir hava heitt á sín advokat um at stevna Dátueftirlitinum fyri rættin. Tey vija hava rættin at ógilda avgerðina at steðga Gjaldskipanini. Tey krevja eisini, at Dátueftirlitið ella landsstýrið verða dømd at veita endurgjald fyri øll tap, sum standast av avgerðini fyri føroysku peningastovnarnar, kundar teirra, Elektron og PBS.

Gjaldskipanin hjá peningastovnunum má ikki byggjast út, og fleiri fólk og upplýsingar mugu ikki koyrast í skipanina er greiða niðurstøðan, sum Dátueftirlitið mikudagin 28. oktober kom til eftir drúgva viðgerð av málinum.

Alt stríðið byrjaði við einari nýggjari skipan, ið peningastovnarnir tíðliga í fjør settu í verk í Føroyum. Hon nevnist Gjaldskipan. Skipanin er ment í samstarvi millum Elektron og Pengeinstitutternes Betalings Systemer (PBS) í Danmark og er ein føroysk útgáva av væl kenda BetalingService hjá PBS. Talan er sostatt um sjálvvirkandi peningaflytingar, sum fara til Danmarkar at venda og avgreiðast.

Fyrst fekk Elektron loyvi frá Dátueftirlitinum at menna og brúka skipanina, men hesum royndi Høgni Hoydal, landsstýrismaður, av øllum alvi at steðga, tí hann helt hana stríða ímóti lógini um vernd av persónsupplýsingum. Hann hevur nú fingið sín vilja, men tað vilja peningastovnarni ikki lata sær lynda, gongur fram av brævi, sum Elektron hevur sent Dátueftirlitinum.

Í brævinum, sum er dagfest longu dagin eftir avgerðina, sigur Elektron, at Dátueftirlitið eftir teirra áskoðan ikki hevur heimild at afturkalla loyvið, sum tað áður hevur fingið. Dátueftirlitið grundar sína avgerð á kunngerð nr. 94 frá 16. juni 2003.

Samanumtikið metir Elektron ikki, at kunngerðin er í samsvari við lógina um viðgerð av persónsupplýsingum. Sagt verður, at við kunngerðini »skerjir landsstýrismaðurin møguleikarnar hjá føroyskum borgarum og virkjum at samstarva við útlond, tá talan er um samstarv, ið umfatar flutning av persónsupplýsingum, á ein hátt, sum heimild eftir okkara bestu fatan ikki finst til í lógini«.

Afturat hesum mótmælir Elektron eisini, at ein regla í grein 17 í lógini verður brúkt til at raka ávísa verkætlan, tí tað er í stríð við galdandi rættarsiðvenju. Mótmælt verður eisini, at avgerðin er tikin við afturvirkandi gildi. At enda biður Elektron um, at avgerðin um at steðga skipanini, verður útsett, til sakarmálið er liðugt.

*******
FAKTA
Brot úr kunngerð nr. 94:
§ 1. Kunngerðin fevnir um persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum hjá peningastovnum
§ 2. Persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum í skipanum í Føroyum, hvørs høvuðsinnihald og ?nýtsla eru peningaligar transaktiónir, flytingar ella annað samskifti ella virksemi millum einstaklingar, virki, stovnar o.t. í Føroyum, kunnu ikki flytast av landinum. Heldur ikki kann ein partur av hesum flytast av landinum.