Peningastovnar hava fulla fráboðanarskyldu

Fíggjarmálaráðið og TAKS finnast at útvarpinum hjá Kringvarpinum fyri at hava borið skeiva fatan av fráboðanarskylduni hjá peningastovnum Sambært Fíggjarmálaráðnum og TAKS koma hetta fram í tíðindasendingini hósdagin klokkan 18, har ?skattaborgarar fingu ta fatan, at teir ikki verða skattaðir av møguligum vinningi av handli við virðisbrøvum, um borgarar ikki sjálvir geva henda vinning upp til skattamyndugleikan?.

Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum. Víðari skrivar heimasíðan:

?Sambært grein 120 stk. 2 í skattalógini hava peningastovnar fulla fráboðanarskyldu til TAKS, og allir virðisbrævahandlar í føroyskum peningastovnum verða skrásettir. Skrásetingin hjá peningastovnunum fer fram á Værdipapircentralen eins og hjá donskum peningastovnum. Tí ber til hjá TAKS at eftirkanna rættleikan í upplýsingum, ið skattaborgarar geva upp. Júst í hesum døgum sita skattaborgarar kring landið og skriva sínar sjálvuppgávur, og tí er sera óheppið, at Útvapið gevur fólki ranga fatan av skipanini. Fólk kunnu nevniliga koma illa fyri, um tey ikki geva upp vinning av virðisbrævahandli, tí sambært skattalógini er sekt fyri ikki at geva upp vinning av virðisbrævahandli?, skrivar Fíggjarmálaráðið