Peningakervið blokerað

DAGFØRT kl. 17:15. Teknisku trupulleikarnir við netbankanum og sjálvtøkunum eru nú loystir. So nú riggar aftur, boða peningastovnarnir frá.

Seinnapartin skrivaðu vit soleiðis:

Tekniskir trupulleikar í Danmark leggja at kalla alt føroyska peningakervið lamið.

Eik Banki er júst komin við fráboðan um, at ólag er á sjálvtøkum, MasterCard-gjaldskortum og netbankum.

Í stuttu fráboðanini frá bankanum stendur, at "vegna tekniskar trupulleikar hjá SDC eru allar sjálvtøkur óvirknar í løtuni. Tað sama er galdandi fyri føroysku netbankarnar og MasterCard-gjaldskort. Arbeitt verður við at fáa hetta í rættlag sum skjótast."

Sum tíðindaskrivið boðar frá, so er sama støða galdandi, óansæð hvønn føroyskan peningastovn, tú brúkar. Allir eru teir knýttir at kervinum hjá Skandinavisk Data Center, sum er fevnt av tekniskum trupulleikum.