Pengaseðlar kunnu spjaða sjúkur

Pengaseðlar eru so skitnir og fongdir við bakterium, at teir kunnu verða heilsuskaðiligir og gera teg sjúkan. Støðan er tann sama við seðlum og myntum kring allan heimin, og professari á Oxfordi universiteti mælir til eina kanning av, hvussu vandamiklar bakteriur kunnu spjaðast við pengum.

Ritzau skrivar, at Ian Thomsen, professari í Oxford, hevur staðið fyri eini kanning av pengaseðlum í 11 ymiskum valutaøkjum, og í miðal hevur ein seðil 26.000 bakteriur – sjálvt teir nýggjastu og reinastu seðlarnir hava í miðal 2400 bakteriur.

- Vøksturin av bakterium, sum eru mótstøðuførar ímóti antibiotika, er ein heilsuvandi, og tí átti tað at verið kannað nærri, hvussu eitt nú hesar bakteriur spjaðast við pengum, sigur Ian Thomsen.

Hann hevur funnið fram til, at lutvíst reinastu seðlarnir eru evrur, meðan teir skitnastu eru kinesiskir seðlar.