Manchester United setti nýtt met fyri felagið við at keypa bulgarska áleyparan, Dimitar Berbatov frá Tottenham fyri 30,75 miljónir pund. Dimitar Bertbatov sigur, at hann hevur ikki skrivað undir sáttmála við Manchester United orsaka av pengunum, men tí, at United eftir hansara tykki er: ?Tað størsta felagið í Heiminum?. Berbatov, sum eisini varð á ynskilistanum hjá Real Madrid sigur, at hann hevur altíð ynskt at sleppa at spæla fyri Manchester United, og um tað er møguligt, so ætlar Berbatov at spæla við United tað, sum er eftir av yrkisleið hansara, sum fótbóltsspælari. ?Eg eri 27 ár nú, eg eri í Heimsins størsta fótbóltsfelag, og kanska verður hetta síðsta stigið á yrkisleið mínari. Eg veit, at eg kann menna meg her, júst sum eg altíð havi vónað. Nú eri eg her, og vónandi kann eg gera mín part fyri liðið, so vit fara at vinna nógv heiti. Heiti hava stóran týdning í fótbólti, og eg vil hjálpa hesum liðnum at vinna enn meir.?










