Pengarnir streyma í kommunukassarnar í Suðuroy

- Tað er onki at ivast í, at tað er nýggja uppjóvarvirkið á Tvøroyri, sum ger munin.

Tað var niðurstøðan hjá Býráðslimum á Tvøroyri, tá ið teir á fundi í gjárkvøldið hugdu at inntøkunum av kommununuskatti á Tvøroyri og hinum kommununum í Suðuroy.

Higartil í ár vísa tølini, at allar kommunur í Suðuroy hava fingið munandi meiri inn í vanligum kommunuskatti av arbeiðslønum higartil í ár enn tær fingu í sama tíðarskeiði í fjør.

Serliga er stórur munur á inntøkunum av kommunuskatti í juli í ár aftur ímóti í juli í fjør.

Hóast arbeiðið byrjaði á virkinum av álvara fyrrenn nú í august, hevur sera nógv virksemi verður í sambandi við at rigga til og nakað av fiski var eisini virkað í juli.

Í juli mánað í ár fekk Tvøroyrar Kommuna slakar 4,264 milliónir inn í kommunuskatti og tað eru 14,8% meiri enn í juli í fjør.

Í Vági fekk kommunan góðar tríggjar milliónir inn í skatti í juli í ár og tað er 4,7% meiri enn í fjør.

Í Hvalba vaks inntøkan 19,6% í juli í ár afturímóti sama mánaði í fjør, men har hevur tað eisini gingið væl við fiskiskapinum.

Minsta hækkingin var í Sumba, har inntøkan í juli í ár var 3,85 hægri enn í juli í fjør, men í hinum smáum kommunum hækkaði inntøkan ímillum 13,6% og 25,6%.

Tilsamans er inntøkan hjá øllum kommunum í Suðuroy hækka reiðiliga fitt teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár, aftur ímóti í fjør.

Á Tvøroyri er hækkingin 4,8%, í Vági er hon 2,8%, í Hvalba er hækkingin 4%, í Sumba er hon 4,1%. Eisini í hinum kommunum kunnu tey fegnast um eina inntøkuhækking í kommunuskatti upp á 7,6% í Porkeri, 15,3% í Fámjin og 13,7% í Hovi.

Býráðslimir á Tvøroyri ivast ikki í, at tað fyri ein stóran part er tað nýggja virkið á Tvøroyri, sum ávirkar inntøkurnar av skatti hjá øllum kommununum í Suðuroy.

- Gongdin er sera góð, halda býráðslimir á Tvøroyri, sum ikki ivast í, at góða gongdn fer at halda fram, nú virksemi av álvara er farið ígongd á virkinum.