Pengarnir streyma framvegis í kassarnar

Næstan allar kommunurnar kring landið hava fingið væl meiri inn í skatti higartil í ár, enn tær fingu í fjør

Tað er alt, ið talar fyri, at hetta fer at vera eitt serstaka gott ár hjá kommununum kring landið.

Í øllum førum hava tær allarflestu kommunurnar fingið væl meiri inn í skatti higartil í ár, enn tær høvdu fingið um somu tíð í fjør.

 

Ein uppgerð hjá Taks vísir, at fyrstu níggju mánaðirnar í ár, høvdu kommunurnar fingið slakar eina milliard og 239 milliónir krónur inn í skatti, og tað eru 6,4 prosent meiri enn tær høvdu fingið í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Hetta hendir, hóast nógvar kommunur hava lækkað skattin.

 

Tað eru bara onkrar hendinga av teimum smærru kommunu, sum hava fingið minni inn í skatti, eitt nú Husa kommuna og Hovs Kommuna, sum hava fingið ávikavist eini 12 prosent og 10 prosent minni inn í skatti, og á Eiði standa tølini í stað.

 

Men av teimum miðalstóru, og størru kommunurnar, hevur framgongdin verið serliga stór í Vági, í Sunda Kommunu, í Runavík, sum allar hava fingið næstan 10 prosent, og meiri enn tað, fleiri skattakrónur í kassan higartil í ár, afturímóti í fjør.