Pengarnir streyma framvegis í kassan

Pengarnir fløða framvegis í kassan hjá kommununum. Tað sær eitt sindur verri út hjá landinum, men forskattingin at pensjónum hjálpir væl

Pengarnir streyma framvegis í kassan

 

Pengarnir fløða framvegis í kassan hjá kommununum, men tað sær eitt sindur verri út hjá landskassanum, men forskattingin at pensjónum hjálpir væl

 

Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava kommunurnar fingið 6,75 prosent meiri inn í skatti, enn tær fingu í sama tíðarskeiði í fjør.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Taks.

Uppgerðin vísir, at hesar mánaðirnar frá januar til august í ár, hava kommunurnar fingið næstan1.100.300.000 krónur inn í skatti, og tað eru slakar 69,6 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Hinvegin hevur landskassin fingið 896,3 milliónir inn í landsskatti higartil í ár, og tað eru 2,36 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Men forskattingin av pensjónum hjálpir væl upp á støðuna, tí í tíðini frá januar til august í ár hevur landskassin fingið slakar 193,7 milliónir inn í pensjónsskatti og tað eru 18,5 prosent meiri enn í fjør.