Hvat ger tú, tá 300 milliónir krónur knappliga detta niður í fangið?
Einki, sambært fíggjarmálaráðharranum, Jørgen Niclasen.
- Talan er um pengar, sum føroyingar tóku lán til, fyri síðani at lána teir víðari til íslendingar. Rentan var 2,2% og tað er væl minni, enn vit sjálvir lántu pengarnar fyri, sigur Jørgen Niclasen.
Hann heldur, at ein av orsøkunum til, at íslendingar nú velja at rinda lánið aftur, er, at teir helst hava møguleika at lána til enn lægri rentu, enn teir fingu frá føroyingum.
- Vit gjalda í meðal 3,8% í rentu, og tað er munandi meira enn tey 2,2%, ið íslendingar hava rindað. Nú íslendingar hava goldið pengarnar aftur, verða teir nýttir til at minka um skuldina í útgangsstøðinum, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at hallið á fíggjarlógini í ár liggur um tær 300 milliónirnar, og uppskotið fyri komandi ár ljóðar upp á umleið 240 milliónir krónur.
- At vit fáa hesar pengarnar nú merkir, at okkum ikki tørvar at taka lán fyri at fíggja hallið á fíggjarlógini fyri komandi ár, sigur Jørgen Niclasen.
Fleiri uppskot
Annars hava røddir verið frammi um, hvussu hesar – óvæntaðu – milliónirnar við hepni kundi nýtast. Onkur hevur mælt til, at hesar 300 milliónirnar vórðu lagdar í ein undirsjóvartunnil undir Skopunarfirði. Onkur annar heldur, at her hevði borið væl til at brúkt ein part av pengunum til nýtt havrannsóknarskip.
Men fíggjarmálaráðharrin sigur, at peningurin skal bøta um likviditetin.
- Føroyar eiga tvær milliardir á bók, men samstundis skylda vit fimm milliardir burtur, so tað er ivaleyst av holum at koyra hesar 300 milliónirnar í, sigur Jørgen Niclasen.
Fiskimálaráðharrin hevur eisini lagt uppskot fyri landsstýrið um, at lata upp í hendurnar hjá privatum at byggja eitt havrannsóknarskip, sum landið síðani leigar. Á tann hátt slepst undan byggikostnaðinum.
- Hetta uppskotið er nú sent út til flokkarnar at taka støðu til, men tað er so hetta, sum liggur í kortunum, sigur Jørgen Niclasen.
Tað merkir, at í útgangsstøðinum verða tær 300 milliónirnar ikki nýttar til at seta nakað í gongd, men at peningurin verður nýttur til at minka um skuldina.